エピソード
-
Summi siga, at hann og hansara líkar eru stórsta hóttanin móti fólkaræðinum. Summi halda hann er bara skilagóður, væl orðaður og áhugaverdur. Flestu eru samd um, at hann bjóðar av.
Jón og Arni práta við mest umrødda útvarpspersón seinastu tíðina, Ragnar Eliansson og framleiðaran Høgna Mohr. Báðir nógv umrøddir í seinastuni í samband við poddvarpið "Elians sonur," sum fekk stóran part av føroysku andselituni upp at spjálka.
-
Jón prátar við Eivind Jacobsen beinleiðis í Hinvegin upptøkuhølunum í Norðragøtu.
Teir práta um gongdina í krígnum í Ukraina, um valdsjavnvágina millum sunnanlond og vestanlond og hvussu hetta ávirkar okkum í Føroyum.
-
エピソードを見逃しましたか?
-
Jón Tyril og Birita L. Jóansdóttir práta við Bárð Larsen, løgfrøðing og adjunkt á Fróðskaparsetrinum um Heimsheilsustovnin WHO, nýggju viðtøkubroytingarnar og nýggja farsóttarsáttmálan, sum Árni Skaale hevur sett Margit Stórá skrivligan fyrispurning um.
Tey koma í prátinum inn á mangt viðv. fólkaræði, nærdemokratii mótvegis stórum altjóðafelagskapum, fólkaræðisligari traditión og virðum og perspektivera tað í eitt føroyskt høpi.
Prátið var upprunaliga sent beinleiðis hin 2. apríl 2024
-
Tveir miðaldrandi hvítir hinskyndir giftir menn tosa um javnstøðu.Eru vit komin á mál? Hvussu tá? Ella hvat skal til fyri at vit koma á mál?Tað spyrja vit tykkum, og okkum sjálvar, kæru lurtarar og hyggjarar.
-
Gestur hesaferð er Sigert Paturson, formaður í Bóndafelagnum.
Vit tosa um bónding, vinnumøguleikar, ferðavinnu og nýggju umstríddu lógina um burðardygga ferðavinnu.
-
Jón og Arni práta um Ron Paul, libertarianismu, frælsi, tvingsil, forboð, Adam Smith, John Locke og mangt annað.
Við "live audience".
-
Summi hava eftirlýst meira ósemju í poddvarpinum. Well, Jón Tyril og Arni Zachariassen vassa aftur út á djúpt vatn, har ilt er at grynna, men hesaferð eru teir ikki eins samdir, hvønn veg, svimjast skal, sum teir onkuntíð hava verið. Er tað t.d. í lagi at samfeløg nýta harðskap? Hvar koma mannarættindi frá? Er okkara sivilisatión treytaleyst góð? Hvørjum skyldar tú trúskap, kongi ella næstanum? Hvat er ein tjóð? Fremur Ísraelska stjórnin fólkadráp í Gaza, og mangt annað kemur upp at venda í hesum partinum av KVÖKING. Lat okkum endiliga frætta í viðmerkingunum, hvat tit halda um hesi tingini, vit práta um, ella um poddvarpið hjá okkum sum heild. Vit taka fegnir móti afturmeldingum, hugskotum, rísi og rósi. Til vit aftur sita á kjørbreyt og hvøtja.
-
Ársins fyrsta kvöking saman við rithøvundanum og menniskjanum Høgna Mohr. Vit práta serliga um hvussu koronatíðin upplivdist, hvønn leiklut myndugleikar, fjølmiðlar og vanlig fólk høvdu, um pedel-syndromið, pringles-metoduna, um at nýta búkkensluna, til tess at skyna millum rætt og rangt, og mangt annað.
-
Jon og Arni práta um fallandi burðartíttleikan og mangt annað í tí sambandinum
-
Arni og Jón royna sum frægast at skava varisliga í lakkinum og at jokka sum minst í spinatið, tá ið teir práta um tvey mikið umstrídd evni seinastu tíðina, Kringvarp Føroya og Ísrael-Gaza stríðið. Hvussu tað gekst, kanst tú hoyra her í 12. parti av KVÖKING
-
Í 11. parti av KVÖKING práta Arni Z. og Jón T. við Rúna Nielsen, íverkseta, whiskeykennara, mann og pápa, sum eisini er stovnari og kjakansari á facebookbólkinum, Pápar í Føroyum. Í Tráð við hetta verður prátað um júst hetta, at vera pápi og maður, og alt møguligt annað, sum onkursvegna stingur seg upp í samrøðuni.
-
Jón og Arni skifta m.a. orð um umsøknir um fjølmiðlastuðul, ið ikki vóru gingnar á møti, njadding, men mest um virkna deyðshjálp, transhumanismu og annað tengt at hesum
-
Arni og Jón práta um versnandi sálarheilsu, tilknýti, familju- og vinabond millum ungfólk. Teir taka støði í frágreiðingini "The Mental State of the World in 2022" hjá "The Mental Health Million Project".
Frágreiðingin kann lesast her:
https://mentalstateoftheworld.report
Umrødda spurnarkanningin kann takast her:
https://sapienlabs.org/mhq/
-
Arni Z. og Jón T. prátaðu um støðuna í Ukraina, um tíðindafundin og frágreiðingina hjá landsstýrinum, og royndu at koma í so frægt í dýpdina við málinum, sum til ber innan fyri rímiliga tíð.Jón nevndi fleiri ferðir greiningarnar hjá hjá amerikanska professaranum, John Mearsheimer. Ein framúr góður fyrilestur hjá honum, kann síggjast her (hann svarar spurningum eftir sjálvan fyrilesturin, sum avgjørt er vert at lurta eftir eisini): https://youtu.be/v-rHBRwdql8?t=385
-
Sensureraðir sjónleikir og brotin ælabogafløgg! Hendir hetta tí haturstala florerar í Føroyum? Og hvat er haturstala í grundini, og hvussu virkar hon. Og ikki minst, hvønn týdning hevur tað, at vit hava víðfevnt ella enntá víðgongt talufrælsið? M.a. tað práta Jón og Arni um í sjeynda parti av poddvarpinum KVÖKING
-
Arni og Jón taka støði í kjakinum, sum hevur verið seinastu dagarnar um sjónleikin, En kænguru, som dig, og umrøða spurningar, sum:
Skal skúlin leggja ávís lívsvirði niður í børnini,ella skal hann halda seg til lesing, rokning, ítrótt og vanligan fólkaskikk?Er tað í lagið, at onnur enn lærarin - t.d. mentanarstovnar, samkomur, felagskapir ella fyritøkur, sleppa framat børnunum í skúlatíðini, at boða teimum sín boðskap, meðan foreldrini ikki eru til staðar?Hvør skal leggja grundleggjandi sannføringar, trúgv og samleika, niður børnini ?
-
Arni, Jón og Björk taka tráðin frá seinasta parti uppaftur, og kava longur niður í kjakið kring fosturtøku. Hvørji eru bestu argumentini fyri fosturtøku? Hvat er tað, sum veruliga skilir partarnar í kjakinum? Eru vit ikki meira enn "ein posi av kyknum", ella hava vit íborið virði, og hava øll menniskju somu grundleggjandi rættindi, bara við at vera menniskju? Og forrestin, nær byrjar mannalívið og er meiningin við lívinum, at realisera seg sjálvan, og hvat er so tað? Hesir og mangir aðrir spurningar verða umrøddir í samrøðuni, tá ið Jón, Arni og Björk enn einaferð setast á kjørbreyt at kvökja.
-
Gestur hesaferð er Björk Tyril Sadembou, lívfrøðingur, evnafrøðingur, mamma og samskipari hjá Føroya Pro Vita.Jón Tyril, Arni Zachariassen og Björk Tyril Sadembou skifta orð um áhugaverdar spurningar í sambandi við lív, mannavirði og -rættindi og ikki minst eitt heitt kjakevni í Føroyum fyri tíðina, fosturtøku.
-
Jón og Arni tosa við Biritu Lamhauge Jóansdóttir. Birita er útbúgvin sálarfrøðingur og sexologur. Tey práta um koronutíðina, sálarliga trýstið at hava “røttu” meiningina, hópfylking, tað at vera menniskja og at missa ella varveita sín menniskjaleika, týdningin av at kjakast opið, um tá ið fólk gerast órein móti øðrum, um týdningin av veruligum fysiskum menniskjaligum sambandi, um meiningina við lívinum og mangt annað.
-
Tosað verður um orku sum lívsgrundarlag, grøna orkuskiftið, fossil brennievni, dómadagsprofeti, fólkavøkstur, veðurlagsverkføll og mangt annað tá ið Ben Arabo er gestur í triðja parti av KVÖKING.
Vertir eru Jón Tyril og Arni Zachariassen.
© Hinvegin, mars 2023
--
Nakrar notur
Í samrøðuni verður víst til fyrilestur við Steven E. Koonin, hann kann síggjast her:
https://www.youtube.com/watch?v=6Tz1MiX1p5I
Eisini verður víst til bókina 'Apocalypse Never' eftir Michael Schellenberger. Ein samrøða við hann um bókina, kann hoyrast her: https://www.youtube.com/watch?v=Pbri2Lyxo0k
Sipað verður eisini til at Jordan Peterson vil gera upp heimsmyndina hjá World Economic Forum, sum sambært honum er sera døkk og apokalyptisk. Tað brotið kann hoyrast her: https://www.youtube.com/watch?v=L_cjujecPsE
Eisini verður frágreiðingin hjá veðurlagsnevnini undir ST, sokallaða IPCC rapportin nevnd. Hon kann lesast her: https://www.ipcc.ch/report/ar6/wg2/downloads/report/IPCC_AR6_WGII_TechnicalSummary.pdf?fbclid=IwAR3qYONOleUq_Mc-4drqzpaucACV7y0Geoe3_YuVTDG4AY4Vkzy_Yf8HZtw
Hans Rosling og hansara framløgur verða nevndar. Hansara TED fyrilestrar kunnu hoyrast her: https://www.ted.com/speakers/hans_rosling
Greinin á Hinvegin um Scholz og vindmyllulundirnar er her:
Bloomberg: Týskland skal nýta meira enn 7.000 milliardir til at tryggja orkuveitingina
https://www.hinvegin.fo/bloomberg-tyskland-skal-nyta-meira-enn-7000-milliardir-til-at-tryggja-orkuveitingina
Greinin um Musk og fossila orku á Hinvegin kann síggjast her:
Elon Musk: Sivilisatiónin dettur sundur uttan olju og gass
https://www.hinvegin.fo/elon-musk-sivilisationin-dettur-sundur-uttan-olju-og-gass
- もっと表示する