Episodes
-
Søgnin sigur, at Eirikur Reyði fann Grønland, og at hann og aðrir norðbúgvar búsettu seg har um ár 1000. Fyrst og fremst í tveimum bústøðum, ið vóru rópt eystur- og vesturbygdin. Báðar búsetingarnar liggja í Vesturgrønlandi. Ilt er at siga, hvussu nógv tey vóru - metingar siga, alt úr 3000 upp í 10.000 norðbúgvar.
Men hvat hendi við teimum? -
Longri samrøða við lívfrøðingin og granskaran Johan Castenschiold og Janus Hansen, fuglafrøðing á Tjóðsavninum, um fuglateljing við dronu, er at hoyra HER
-
Missing episodes?
-
- Tað er heilt einfalt ov seint at gera nakað við tað. Havið um allan heimin fer at hækka tey næstu nógvu árini, tað sigur granskarin William Colgan, frá GEUS.
Nýggj gransking vísir, at lofthavið er hitnað so nógv, at ísur fer at bráðna um allan heimin. Bara tann parturin av innlandsísinum í Grønlandi, sum næstu árini fer at bráðna, verður orsøkin til, at sjógvurin fer at fløða 27 sentimetrar hægri um allan heimin. Og tað er bara innlandsísurin, tá eru heimsins bráðnandi jøklar og mæti Suðurpólurin ikki tikin við í líkningina. -
Hitamet varð sett í fleiri londum í Evropa í summar, og í Onglandi fór hitin fyri fyrstu ferð upp um 40 hitastig í juli. Tær stóru áirnar í Evropa vóru um at torna, skógareldar herjaðu í fleiri londum, og vatntrot var nógvastaðni.
-
Kristi Himmalsferðardag var skipað fyri ymiskum kristligum tiltøkum í Vágum við yvirskriftini Skriftin á vegginum.
Eitt av evnunum var, hvussu kirkjur og samkomur skulu fyrihalda seg kristliga og guðfrøðiliga til tann grøna boðskapin - at tala og prædika um menniskjaskaptu veðurlagsbroytingarnar og verju av skapanarverkinum.
Sjúrður Hammer, lívfrøðingur, og Poul Guttesen, guðfrøðingur, hildu hvør sín fyrilestur, um avbjóðingar og møguleikar í kristnari náttúrufatan.
Ljóð -
Kristi Himmalsferðardag var skipað fyri ymiskum kristligum tiltøkum, við yvirskriftini Skriftin á vegginum, vesturi í Vágum.
Eitt av evnunum var, hvussu kirkjur og samkomur skulu kristligt og guðfrøðisligt fyrihalda seg til tann grøna boðskapin - at tala og prædika um menniskjaskaptu veðurlagsbroytingarnar og verju av skapanarverkinum.
Sjúrður Hammer, lívfrøðingur, og Poul Guttensen, guðfrøðingur, hildu hvør sín fyrilestur, um avbjóðingar og møguleikar í kristnari náttúrufatan. -
Hevur tú ávísar broytingar í íleguni APOE4, so ert tú í størri vanda at fáa sjúkuna Alzheimers. Nýggj føroysk gransking vísir júst hetta, at ávísar ílegur økja um vandan fyri Alzheimers.
-
Jørgen Landt, sum var prestur í Føroyum frá 1791 til 98, skrivar í bókini "Forsøg til en beskrivelse over Færøerne" frá 1800, at hann hevði hoyrt vágafólk siga frá eini søgn, um eitt vatn, sum einaferð fanst uttanfyri Fjallavatn. Eitt vatn, sum á døgum hjá Jørgen Landt ikki fanst longur.
"Saaledes skal der paa den nordlide deel af Vaagøe fordum have været en temmelig stor søe, sum nu er forsvundet, og har efterladt en græsrig slette" skrivar Landt. -
Stokkastovan er er ein av elstu bygningunum í Tinganesi. Hon er bygd nøkur fá ár eftir stóra eldin, ið herjaði alt Tinganes í 1673, tí kanningar av stokkunum vísa, at teir eru høgdir í Noregi á vári 1684.
Bygningurin hevur verið brúktur sum goymslubygningur í Gablatíðini og í 1709 yvirtikin av kongaliga einahandlinum.
-
Granskingin sigur eisini, at tað er hugsandi at menniskja hevur sett búgv har samstundis, tó at tað ikki eru funni DNA frá menniskjum í kanningunum.
-
Tað var fyri nøkrum mánaðum síðani, tá stjørnufrøðingar, ið granska radiobylgjur og onnur signal úr rúmdini, skuldu royna eitt nýtt radioteleskop í Australia, at tey máldu hetta løgna signalið.
- Á tveir háttir uppførir hetta signalið seg løgið. Tað ferðast sum ein snyril gjøgnum rúmdina, og so broytist tað í styrki, sløknar mitt í øllum og tendrar aftur, sigur David Kaplan, professari í alis- og stjørnufrøði við lærda háskúlan í Wisconsin, Milwaukee. -
Rovarin Perseverance, sum koyrir uppi á gongustjørnuni, Mars, hevur tikið kjarnuroyndir úr einum steini.
- Fyrsta royndin riggaði ikki, tí grótið morlaðist, men onnur kjarnuboringin riggaði væl, sigur Kathryn Stack, toymisleiðari fyri NASA Perseverance rannsóknarferðina.
Borikjarnurnar eru koyrdar í og innilokaðar í eini jarndós umborð á rovaranum.
- Vit hava møguleika at goyma 38 borikjarnur, og eftir ætlan verða tær heintaðar og førdar til jørðina, til nágreinligari kanningar um nøkur ár, sigur Kathryn. -
Í Føroyum hava verið staðfestar tríggjar víkingagravir, á Sandi, í Hvalba og í Tjørnuvík. Nú hevur Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús, fornfrøðingur, út frá tilfarið og upplýsingum, sum er tøkar á Tjóðsavninum, staðfest, at tað eru funnar átta víkingagravir í Føroyum. Umfram tær nevndu tríggjar, eru eisini funnar víkingagravir á Kirkju, Svínoy, Sandavági, Velbastað og í Hovi.
Hoyr Ann Sølviu greiða frá um fornan útgrevstur og víkingagravir í Føroyum.
Myndirnar er frá víkingaútgrevstrinum í Tjørnuvík í fimtiárunum. Føroya Fornminnasavn eigur myndirnar. -
Í sendingini verður gongustjørnan Mars umrødd og hví tað verður mett at tað kanska einaferð í fyrndini hevur verið lív á Mars.
Hans Amundsen og Michelle Minitti frá JPL NASA, Tina Ibsen, stjørnualisfrøðingur, og David Arge Klevang Petersen frá DTU Space greiða frá. -
Um eitt gott hálvt ár, lendir ein rumdarbilur á gongustjørnini Mars. Ein sokallaður rovari. Hesin rovarin skal kanna jarðfrøðina á reyðu gongustjørnini, og um tað einaferð hevur verið lív á Mars.
Rovarin hevur fingið heitið Perseverance og ein av teimum, ið hevur verið við til at ment henda mánabilin, er føroyingurin David Arge Klevang Petersen. Hann er adjunktur á DTU Space og verkætlanarleiðari fyri eitt serstakt tól, ið skal skanna yvirflatuna á Mars, í leitanini eftir lívið frá fyrndini. -
Vísindasøgurnar í hesu sending eru um:
At smør er sunnari at nýta í matgerð enn plantuoljur.
At astronomar halda at har er ein tígginda gongustjørna har úti onkustaðni.
At ljós ávirkar tunglyndi.
At granskarar hava kannað hvat feilar Darth Vader.
At samband ikki er millum mettað feitt og hjarta- og æðrasjúkur.
Og so fáa vit eisini at vita hvussu ofta seingjarklæðini skulu vaskast.
Lurta eftir sendingini her. -
Vísindasøgurnar í hesu sending eru um:
At appelsingular gularøtur eru tær sunnastu.
At tað er ov vandamikið at vera ov feitur.
At gransking vísir, at kettur eru høgralabbaðar.
At osonlagið lekist.
At løgin signal úr rúmdini møguliga koma frá neutronstjørnum.
Og at vitamin D hevur stóran týdning fyri heilsuna.
Lurta eftir sendingini her. -
Vísindasøgurnar í hesu sending eru um:
At gransking vísir, at tað loysir seg at verða fittur.
At knívurin hjá Tutankhamun kemur úr rúmdini.
At vísidini siga, at krímsjúkan er verri fyri mannin enn kvinnuna.
At tað hjálpur ikki heilanum at eta nakað søtt, tá ið ein skal til roynd.
At aldurin á mammuni hevur fyrimun fyri barnið.
Og vit hoyra um nakrar uppfinnigar hjá NASA.
Lurta eftir sendingini her. -
Vísindasøgurnar í hesu sending eru um:
At tað er ikki heilt vandaleyst at verða veitsluroykjari.
At ein kúskel ið varð funnin undir Føroyum er av heimsins elstu djórum.
At heilin hjá mammuni verður ávirkaður í viðgongutíðini
At sáðgóðskan verður ávirkað av at liggja í fremra buksilummanum.
Og nakrar mytur, ið samband við viðgongutíð, verða gjøgnumgingnar.
Lurta eftir sendingini her. -
Vísindasøgurnar í hesu sending eru um:
At best er fyri pinkubørn at sova hjá mammuni.
At forndjórini, dinosaurarnir, vóru sera óhepnir á sinni, tá ið ein torusteinur rakti Jørðina.
At gransking vísir, at tað er ein fyrimunir um skurðlæknin er ein kvinna.
At fornfrøðingar hava funnið elstu plombaðu tenn.
Og at rúmdarfrøðingar eru ikki á einum málið um, hvat himmallikamið Oumuamua var fyri nakað.
Lurta eftir sendingini her. - Show more