Episodes
-
Dánjal Andreasen var eisini uppi í ítrótti. Hann var formaður í Leirvíkar Ítróttafelag í fleiri ár, tá felagið var frammarlaga í landskappingum. Sum framhald av hesum var Dánjal Andreasen nevndarlimur í Fótbóltssambandi Føroya saman við eitt nú formanninum Torleifi Sigurdsson. Sjálvur var Dánjal formaður í FSF í tvey ár. Tað var ein góð tíð.
Eitt stutt skifti var Dánjal stjóri á Strandferðsluni, sum hevði sæti á Tvøroyri. Haðani fór hann aftur út at sigla. Hesaferð við Mærsk og var har í fleiri ár, til hann nú kom til pensjónsaldur. -
Dánjal fekk hug at fara út at sigla. Fekk kjans við einum nýbygningi hjá Elite Shipping í Ringkøbing. Fyrst vóru hann og skiparin John á Líknagøtu nakrar mánaðir á skipasmiðjuni í Århus. Fyrsta túrin fóru teir eystureftir og vóru burtur um 3 mánaðir. Fekk aftur tjans við nýggjum skipi, sum fór eystureftir við útgerð til eitt sukurvirki í Indonesia. Triðja ferðin var ruta millum Cuba, Mexico og Ný Funnland.
Landsverk søkti eftir fólki at taka sær av maskinum. Haðani fór Dánjal á Skála Skipasmiðju sum driftsleiðari. Hetta var góð tíð, men í 2006 fekk hann krabbamein. -
Missing episodes?
-
Dánjal Andreasen var eina tíð til skips við "Grunningi". Ein dagin hitti hann skiparan Kjartan Joensen, sum júst tá hevði keypt "Hvilvtenni". Hann spurdi, um Dánjal kendi nakran 2. meistara. Jú, svaraði Dánjal, hann kendi ein, sum æt Dánjal Andreasen. Nú var hann við Kjartani á rækjuveiði í Grønlandi. Í 1977 tók hann prógv sum maskinistur og fór við aftur "Hvilvtenni".
Í 1980 fór hann í land og arbeiddi eina tíð hjá Brøðrum Petersen. Tók seinni prógv sum maskinmeistari. Fór eisini í starv á Landsskúlafyrisitingini, har hann serliga hevði áhuga fyri at menna maskinskúlan. -
Dánjal Andreasen fór til Íslands sum 13 ára gamal. Pápin hevði hann við sær, tá hann fór við einum íslendskum báti á Norðvesturlandinum. Dánjal arbeiddi í landi saman við Enna í Skopun, og var eisini til skips við íslendingum.
Í 1970 vildi hann sleppa heimaftur av øllum og fekk lærupláss á skipasmiðjuni á Skála. Hetta var spennandi tíð við nógvum arbeiði og nógvum fólki. Nógv skip vórðu bygd hesa tíðina, eitt nú "Lómur" og fýra coastarar til danskt reiðarí. Seinni bygdi skipasmiðjan á Skála sildaskipini "Jupiter" og "Sjúrð Tollaksson". Tá var skipasmiðjan endurreist við eitt nú partapeningi frá nógvum kommunum í Eysturoynni. -
Dánjal Andreasen í Leirvík er júst givin at sigla sum maskinmeistari eftir fleiri ár við Mærsk. Pápi Dánjal var leirvíkingur. Mamman var dóttir Áar Dánjal í Miðvági. Tað var stuttligt og rokaligt at vera smádrongur í Leirvík, men minni stuttligt at ganga í skúla. Leirvíkingar róðu nógv út, og dreingirnir vóru umborð, tá høvi beyðst. Leirvík hevði trupult ferðasamband, men fekk sum fráleið heilar tveir tunlar. Siglingin frammanundan var stundum vandamikil.
Einaferð tók eitt óløgi tveir bilar, og bilstjórarnir fóru á bláman. Annar slapp upp aftur sjálvur og hinum bjargaði Jákup hjá Sterka Jákupi í Klaksvík. -
Alfred hevur búð í Saltnesi síðani 1978. Fyrstu fólk í Saltnesi vóru Óla Christian Joensen og Inger Ann í 1837. Næstur var skúlalærarin Johs. Petersen og síðani Andrias í Túni við húski.
Óla Christian, nevndur Olgar, vildi eiga trøðna, sum hann velti. Søkti, men fekk nei frá øllum í Føroyum.
Í 1845 helt hann til Keypmannahavnar at hitta kongin Chr. 8. Mundi síggja nakað øgiligur út eftir drúgva ferð. Fyrsta kongur segði, var: "Gud har skabt dig i sin vrede". Olgar svaraði: "Og vi er skabt í samme billede". Endin var, at trøðin í Saltnesi varð gjørd til arvafestitrøð. Hetta fyribrigdi breiddi seg víða um landið og hevði nógvar niðursetubygdir við sær, eitt nú Hvítanes.
-
Alfred Olsen hevur gjørt mangt og hvat. Hann var fiskimaður eini seks ár 1960'unum. Fór síðani á handilsskúla og fekk lærupláss í Sjóvinnubankanum. Var stundum í Keypmannahavn og fekk sær meiri kunnleika. Í 1977 starv sum skrivari í Nes Kommunu, sum hann var í í 35 ár.
Nes Kommuna hevur ment seg sera nógv á øllum økjum, síðani Nes, Toftir og Saltnes vórðu sjálvstøðug kommuna í 1968.
Alfred Olsen hevur verið løgtingsmaður fyri sambandsflokkin í 20 ár. Alfred ivast í skipanini við Føroyum sum eitt valdømi. -
Alfred Olsen er toftamaður. Bæði pápin Jens Chr. Olsen og mamman Hilda vóru av Toftum. Pápin varð nevndur Jens uppi á Regni. Hilda var úr Túni. Jens Chr. var løgtingsmaður í mong ár. Hann fekk vitjan av fiskimonnum, sum vildu hava hann til Havnar, tá stóra verkfallið var í 1954.
Á Toftum hava pensjónistarnir nógv tilboð. Undirhúsið, har menn hittast, Tilhaldið, har kvinnur hittast og Eldrafelagið, har bæði kvinnur og menn hava atgongd.
Alfred gekk í skúla á Toftum. 14 ára gamal fór hann til skips við. Skipari var bróðurin Jógvan Olsen, sum var tingmaður í næstan 30 ár. -
Fráfarni leiðarin á Frímerkjadeildini, Svanbjørg Manai, vaks upp í Havn. Mamman var úr Sørvági og pápin úr Kaldbak.
Tá hon var liðug við realskúlan, vildi hon sleppa í onnur lond. Var fyrst eitt ár í Týsklandi og síðani trý ár í Fraklandi.
Í Paris hitti hon tunesaran Mouldi, sum hon seinni giftist við. Úr paris vóri tey ein túr í Tunesia og síðani fóru tey til Føroya.
Svanbjørg var eitt skifti í Noregi. Har ætlaði hon at seta seg niður, men tað var av ongum. Svanbjørg og Mouldi búsettist í Havn. Hon fekk starv á postverkinum, og har hevði hon við frímerkir at gera í næstan 50 ár. -
Vit hitta Svanbjørg Manai, sum er farin úr starvi á frímerkjadeildini eftir 47 ár. Hon tók við starvinum tann 1. apríl 1976, tá føroysku myndugleikarnir yvirtóku danska postverkið í Føroyum undir heitinum Postverk Føroya. Frímerkjadeildin hevur verið eitt spennandi arbeiðspláss við mongum avbjóðingum.
Hesi árini eru framleidd heili 1000 ymisk frímerki, sum hava stóran áhuga millum savnarar um allan heim. Tað var tann tíð, tá frímerkini trygggjaðu Postverki Føroya avlop í rakstrinum. Nú verða ikki longur so nógv frímerki seld til vanliga nýtslu. Tað minkar um avlopið. -
Petur Simonsen hevur sínar hugsanir um framtíðina hjá føroyskum fótbólti. Hann heldur, at tað er umráðandi at varðveita tey ungu, sum byrja at spæla fótbólt, so tey eisini gera vart við seg í vaksna-mannadeildunum. Tað tykist verða ein trupulleiki, at ov nógv gevast, tá tey eru hálvvaksin.
Nú eru feløgini eisini farin at fækkast. Spurningurin um tað er gott fyri heildina.Stór menning var í eitt nú 80unum, tá feløg sum GÍ og B68 tóku seg fram og fór at kappast við tey gomlu feløgini um meistaraskapin. Nú eru ávís av hesum feløgum fremst í kappingini. Ein spurningur er, hvat árin tað í longdini fer at hava á føroyskan fótbólt?
Eitt frítíðarítriv hjá Peturi er í dag at syngja í kóri. Hann og konan Gunnrið eiga fimm børn. -
Petur Simonsen var formaður í ítróttafelagnum ÍF í Fuglafirði árini 1978-1982. Fótbóltsvøllur varð gjørdur í Fuglafirði í 1956. Hann var nakað lítil, men vaksið varð um hann, tá ÍF var komið í meistaradeildina, og her vunnu teir sítt fyrsta FM í fótbólti í 1979. Tað var stórur dagur í Fuglafirði. Venjari var tann sjáldsami sviin Ronni Gunnarsson.
Kvinnurnar spældu eisini fótbólt í ÍF. Tær vóru føroyameistarar í 1991. Petur Simonsen hevur verið venjari í fótbólti. Eitt skifti var hann hjálparvenjari hjá landsliðsvenjaranum Alan Simonsen. Eitt annað skifti var Petur Simonsen tekniskur stjóri hjá Fótbóltssambandi Føroya. -
Petur Simonsen fór í 1966 til Keypmannahavnar á studentaskúla, og tók prógv í 1969. Tá hevði hann longu funnið saman við Gunnrið úr Havn. Afturkomin til Føroya, fekk hann kjans sum læraravikarur í Skúgvi, har hann var eitt áhugavert skúlaár sama vetur, sum bókin Rannvá hjá Dagmar Joensen-Næs varð lisin í útvarpinum.
Hendan veturin avgjørdi hann at fara at lesa til lærara. Tá liðugt var í 1976, fór hann til Fuglafjarðar at verða lærari í støddfrøði, alis- og evnafrøði og ítrótti. Í 1987 tók Petur við sum stjóri á Landsmiðsstøðini fyri undirvísingaamboð. -
Martha og Sigurð Simonsen bygdu sær hús í Fuglafirði í 1941. Hetta vóru stór betonghús við betongtaki. Eftir kríggið, tá skipini fóru av knóranum, var vandi fyri, at húsini fóru á aðrar hendur, men tað hendi ikki. Sigurð fór nú at sigla við ymsum fiskiskipum og farmaskipum. Petur var tvey summur við "Hólmi" og seinni á sild við "Gulldrangi" við pápanum sum skipara.
Í Fuglafirði hava verið fleiri skúlar. Ein varð nevndur Gamli skúli. Hann kom í 1882 og tá hevði skúli verið frammanundan. Skúlin er javnt og samt útbygdur, og tann nýggjasti er tikin í nýtslu 2021.
-
Fyrsti gesturin í Meg minnist í heyst verður Petur Simonsen úr Fuglafirði. Eitt av hansara áhuga-málum er søgan um ítróttin í heimbygdini. Menn spældu fótbólt á sandinum um aldarskiftið 1900, men stovnaðu ikki felag fyrrenn í 1938, tá eiðismenn, leirvíkingar, fuglfirðingar og gøtumenn spældu eina vetrarkapping.Í 1946 fekk felagið navnið Ítróttafelag Fuglafjarðar.
Petur er sonur Sigurð úr Sandavági og Marthu úr Leirvík. Tey fluttu í 1936 úr Vestmanna til Fuglafjarðar. Um sama mundið búnaðist ætlanin um at byggja skipið "Vón" á Tórshavnar Skipasmiðju. Skipið var liðugt í 1940 og var í fyrstani leigað íslendingum. -
Tað var av tilvild, at Annika Hoydal bleiv sjónleikari og filmsleikari.
Hetta kom alt burturúr, at hon í 1960unum varð yvirtalað at syngja á studentakabarettum í Sjónleikarhúsinum. Seinni sang hon ymsataðni, eitt nú á Vicevertshúsinum í Tivoli. Hon fór upp til roynd at sleppa á sjónleikarakúla og slapp inn.
Henni hevur dámt serliga væl at spæla á smáum sjónleikapallum og hevur ferðast um alt Danmark eins og í Grønlandi og aðrastaðni. Hon hevur sungið nógv og hevur nú givið út eina plátu við løgum úr Suðuramerika. -
Tá Karsten Hoydal var liðugur í Ekvador á vesturstrond Suðuramerika, sigldu tey aftur til Evropa við einum italskum ferðamannaskipi. Nú steðgaðu tey aftur hjá FAO í Rom. Heilsan hjá Anniku var onki at reypa av, men hon fekk bart seg gjøgnum skúlan við einum studentaprógvi úr Danmark. Hevði ilt við at avgera, hvat hon so skuldi gera, men fekk sum fráleið eina spennandi lívsleið sum sangarinna og sjónleikari. Eina ferð spældi hon nakin í einum filmi. Tá fóru mennn a ringja til hennara. Ein hoyrdi til í statsfongslinum í Nyborg.
-
Annika Hoydal er fødd í Havn stutt eftir, at familjan kom úr Danmark í 1945. Mamman var donsk av ættini Falk-Rønne. Abbi hennara hevði verið prestur á Sandi. Pápi Anniku var Karsten Hoydal úr Hoydølum. Hann hevði lisið fiskivinnufrøði í Keypmannahavn. Fyrru helvt av 1950unum fór øll familjan, Annika og tríggir brøður, við foreldrunum yvir til Ekvador í Suðuramerika, har hann arbeiddi fyri ST-matvørustovnin FAO. Annika búði tvey skifti har yviri. Ein trupulleiki var, at hon fekk ov lítla skúlagongd. Tá hon var heima ímillum, búði hon hjá eini fastur heima á Sandi.
-
Eitt eyðkenni fyri Hoyvík í dag er hondbóltsfelagið H71. Hetta felag hevur nú í mong ár staðið seg væl í lands- og steypakappingum og hevur vunnið nógv seinastu árini. Ungdómar í Hoyvík tóku stig til felagið væl stuðlaðir av sínum foreldrum. Fleiri skúlar eru bygdir í Hoyvík, Hoyvíkar Skúli og Skúlin á Løgmannabreyt. Barnagarðar eru eisini bygdir. Tað var ókent fyribrigdi í Hoyvík fyrr í tíðini. Kirkja varð vígd í 2007, og síðani er eisini komin kirkjugarður. Hugsandi er, at fleiri útstykkingar eisini verða gjørdar í Hoyvíkshaganum.
-
Bróstsjúkrahúsið í Hoydølum var næsti granni hjá Hoyvíkingum. Í eini 50 ár lógu nógv fólk sjúk har av tuberklum. Við Sanatoriinum fekk Hoyvík nýggju farleiðina, Sanatoriivegin, oman til Havnar. Fyrst í 1960unum flutti Føroya Studentaskúli inn í húsini, og nógvir ungdómar komu hagar at búgva og ganga í skúla. Í 1970unum varð farið undir at leggja til rættis býarbygging í Hoyvík og Hoyvíkshaganum. Hoyvík var í Tórshavnar Uttanbíggja Kommunu, men fór nú úr henni og upp í Tórshavnar Kommunu.
- Show more