Episodes
-
Jørleif Kúrberg, sáli, var tikin úr leikum sum frásøgufólk, og hann dugdi serliga væl at síggja teir stuttligu og stundum skeivu vinklarnar í gerandisdegnum. Serliga væl dámdi honum at greiða frá stuttligum søgum úr gomlu Havnini, og hann var mangan ferðaleiðari har - m.a. í gamla býlinginum úti á Reyni, har omman og abbin búðu og har hann var nógv í uppvøkstrinum.
Fyri nøkrum árum síðani skipaði Tórshavnar Kvøldskúli fyri nøkrum søgukvøldum, har Jørleif segði frá stuttligum søgum úr gomlu Havnini. Jørleiv andaðist í 2018, men Kvøldskúlin syrgdi fyri, at tiltakið varð tikið upp, og tí hava vit søgurnar framvegis.
Søgutiltakið hjá Kvøldskúlanum var í mars 2016, og í mars 2025 hevur Tórður Mikkelsen lagt tríggjar sendingar við tilfari frá hesum kvøldunum til rættis til Útvarpið.
Í hesum 3. og seinasta parti hevði Jørleif systkinabarnið Kem Poulsen við. Kem, sum tíverri eisini er farin, visti eisini nógvar stuttligar søgur úr gomlu Havnini og dugdi eisini væl at siga frá teimum. -
Jørleif Kúrberg, sáli, var tikin úr leikum sum frásøgufólk, og hann dugdi serliga væl at síggja teir stuttligu og stundum skeivu vinklarnar í gerandisdegnum. Serliga væl dámdi honum at greiða frá stuttligum søgum úr gomlu Havnini, og hann var mangan ferðaleiðari har - ikki minst í gamla býlinginum úti á Reyni, har hann var nógv í uppvøkstrinum.
Fyri nøkrum árum síðani skipaði Tórshavnar Kvøldskúli fyri nøkrum søgukvøldum, har Jørleif segði frá stuttligum søgum úr gomlu Havnini. Jørleiv andaðist í 2018, men Kvøldskúlin syrgdi fyri, at tiltakið varð tikið upp, og tí hava vit framvegis søgurnar.
Søgutiltakið hjá Kvøldskúlanum var í mars 2016, og í mars 2025 hevur Tórður Mikkelsen lagt tríggjar sendingar til rættis. Í hesum parti hevur hann vinmannin Rasmus Rasmussen, sála, sum vanliga varð nevndur Rasmus Klipp, við sær. Hann sigur eisini frá nøkrum søgum. -
Missing episodes?
-
Jørleif Kúrberg, sáli, var tikin úr leikum sum frásøgufólk, og hann dugdi serliga væl at síggja teir stuttligu og stundum skeivu vinklarnar í tilveruni. Serliga væl dámdi honum at greiða frá stuttligum søgum úr gomlu Havnini, og hann var mangan ferðaleiðari har - ikki minst í gamla býlinginum úti á Reyni.
Fyri nøkrum árum síðani skipaði Tórshavnar Kvøldskúli fyri nøkrum søgukvøldum, har Jørleif segði frá stuttligum søgum úr gomlu Havnini. Hóast Jørleiv tíverri andaðist í 2018, liva søgurnar víðari, tí Kvøldskúlin festi tiltakið á band, og tí hava vit møguleikan at hoyra ein part av teimum her.
Søgutiltakið hjá Kvøldskúlanum var í mars 2016 og í mars 2025 hevur Tórður Mikkelsen lagt hesa sending til rættis. -
Petur Martin Petersen í Fuglafirði, sum verður 80 ár í summar um Gud vil, byrjaði at samla bøkur sum sjey ára gamal við einari Kingosálmabók, og nú hevur hann eitt fullfíggjað savn við øllum kongabíbliunum og teimum reformertu Bíbliunum heilt frá 1553 og til dagin í dag. Harafturat hevur hann eitt spennandi savn við bókum, ið snúgva seg um Føroyar og føroysk viðurskifti, og øll stovan sum hon er er eitt spennandi og forkunnugt savn við list hjá morbróðrinum Jóannesi Kristiansen, ið varð róptur Leirvíksmálarin. Hann doyði í 1988.
-Tá fólk samla plastikkkúlupennar ella øletikettir, verður ofta sagt, at tað er einki forgjørt í tí. Sjálvur haldi eg, at tað ger einki um vit eiga eitt ektað eintak av tí andaliga lestnaðinum, sum føroyingurin hevur havt at styðja seg við á reisuni frá vøggu til grøv, og í einum landi sum kallar seg kristið, sigur Petur Martin Petersen.
Gomlu Bíbliurnar eru nógvar í tali og summar eru serliga spennandi, sum Petur Martin eisini greiðir frá í sendingini.
Bóka- og bíbliusavnið er í kjallaranum. Stovan í erva er øll sum hon er eitt spennandi savn yvir listina hjá Jóannesi Kristiansen, sum var morbróður Petur Martin. Sethúsini á Bøvegi 16 í Fuglafirði eru enntá innrættað eftir modelli av barnaheiminum hjá Jóannesi og mammu Petur Martin, sum stóð á Toftanesi í Leirvík.
Fyri góðum tveimum árum síðani gav Petur Martin Petersen út tvær ymiskar listabøkur um listamálaran Jóannis Kristiansen og sermerktu impressionistisku málningar hansara. Onnur bókin er stór og umfatandi við stórum myndum, og hon fæst ávíkavist á føroyskum og enskum - og á donskum og týskum. Tann minna bókin er á føroyskum.
Petur Martin heldur seg merkja væl, at Jóannes Kristiansen hevur fingið eitt slag av nýggjum lívi eftir at bøkurnar komu út. -
Jóhanna Petersen í Saltnesi, sum leygardagin fylti 100 ár, býr einsamøll í húsi og klárar seg sjálv. Hon býr í Skúla í Saltnesi, har gamli skúlin í Saltnesi var frá 1845. Hon giftist inn í barnaheimið hjá manninum Jóhannesi Ingvardi fyri 75 árum síðani og her býr hon framvegis.
Jóhanna er ættað av Strondum. Hon var fýra ár tá mamman doyði í barsilssong, og Jóhanna fór fyrst til ommuna og abban á Tvøroyri at vera. Níggju ára gomul fór hon til skyldfólk á Húsum at vaksa upp, og har var hon búði til hon var 15 ár. Tá fór hon út aftur á Strendur.
Jóhanna giftist inn í barnaheimið hjá manninum Jóhannesi Ingvard í Saltnesi fyri 75 árum síðani og har býr hon framvegis.
-Eg havi altíð trivist væl her og eg eri væl nøgd við alt, sigur Jóhanna Perersen, sum helt stóran 100 ára føðingardag á Svangaskarði leygardagin 1. mars. Hon hugsar lítið um sín aldur, men viðgongur tó, at hon dugur illa at venja seg við at hon nú er 100 ár. -
Tað er ein serligur partur av okkara søgu, tá føroysku saltfiskalínuskipini í seksti- og sjeytiárunum fóru longu leiðina yvir á Flemish Kap at fiska og vóru burtur í fleiri mánaðir. Stórur partur av manningini vóru ungir dreingir, heilt niður í 14 ára aldur. Vaktirnar hjá manningini vóru langar og frívaktirnar samstundis stuttar, og ungu menninir stóðu sárhentir í egningarskúrinum og egndu dag út og dag inn allan túrin.
Ein av teimum, sum fóru yvir á Flemish Kap sum 14 ára gamal, og sum kann siga livandi frá hesi tíðini, er 64 ára gamli Leon Sólheyg í Klaksvík, og tað ger hann í hesari útvarpssendingini.
Hesi seinnu árini, síðani hann bleiv heimamaður, er Leon betri kendur sum bóndi og hevur bæði havt neyt og seyð. Nú hevur hann eini 180 áseyðir í trimum ymsum hagapørtum í Borðoynni. Ein lítlan hagapart á Norðoyri og tveri óhøgligir hagar á vestursíðuni av Borðoyarnesi.
Hoyr sendingina við Leon Sólheyg her. -
Karl Vidtfeldt á Sandi var bara 15 ára gamal, tá hann bleiv formaður í B71 og hann hevur øll árini síðani verið ein eldsál í felagnum. Umframt at hava verið formaður í nógv ár, hevur hann havt nærum allar leiklutir í felagnum. Hann hevur verið fótbóltsspælari, kassameistari, venjari, dómari, liðleiðari, ferðaleiðari og mangt annað. Karl var formaður í B71 tá felagið hevði aðalfund í fjør, men avgjørdi at taka fótin av speedaranum og ikki at taka við afturvali. Hann er kortini framvegis virkin í felagnum.
-Vit hava marknaðarført felagið sum tann góða felagsskapin, og eg haldi at allir sandoyingar kenna B71 sum sítt felag. Frá fyrsta degi hevur felagið havt stóra undirtøku í Sandoynni, sigur Karl.
Hægstu tindarnir hjá B71 hava verið, tá felagð bleiv føroyameistari hjá monnum í 1989 og steypavinnari í 1993. Karl Vidtfeldt sigur, at tað var tann góða samansetingin millum ungar menn í felagnum og úrmælingar úr Póllandi sum gav úrslitið.
Síðsta kappingarár vunnu U21-dreingirnir hjá B71 greipuna.
Hoyr Karl Vidtfeldt her siga frá einari drúgvari tænastu í Sandoyar Ítróttafelag. -
-Tað er so stórt virði í føroyska dansinum, at vit kunnu ikki lata hann fara. Hann er ein dýrgripur, sum er einastandandi í heiminum.
Tað sigur 74 ára gamli eiðismaðurin Rasmus Joensen, sum er búsitandi í Havn. Hann er ein av teimum, sum gera eitt stórt arebeiði at varðveita okkara gomlu kvæðamentan. Dansifólk siga, at Rasmus er altíð klárur tá brúk er fyri honum.
Vit hitta hann í sambandi við eina kvæðastevnu fyri fólkaskúlanæmingar í Norðurlandahúsinum. Tiltakið var í tríggjar dagar og tilsamans 1.200 næmingar í 4. til 7. flokk kring landið vildu vera við. Henda kvæðastevnan hevur verið í nøkur ár.
-Tað er gleðiligt at síggja, at næmingarnir hava gjørt stór framstig á dansigólvinum síðani tey fyrstu ferð vóru á kvæðastevnuni, sigur Rasmus. Hann var ein av dómarunum og skuldi siga, hvussu væl flokkarnir kláraðu seg á dansigólvinum.
Eitt av stóru frítíðaráhugamálunum hjá Rasmusi Joensen hevur verið og er framvegis staðarnøvn á Eiði. Hann sigur, at í uppvøkstrinum var hann nógv saman við pápanum Edvardi Joensen, vanliga nevndur Edvard í Skorini, og pápin kundi læra hann nógv viðurskiftum í náttúruri.
-Tað bleiv til tað at pápi og eg fóru at skriva niður staðarnøvn. Og pápi hevur skrivað um nógv onnur viðurskifti frá gamlari tíð, og fólk komu ofta til hansara at spyrja um ymisk viðurskifti. Ikki minst gekk pápi nógv upp í seyðarøkt og landbúnað, og fyri tað fekk hann eina virðisløn frá landsstýrinum, sigur Rasmus Joensen.
Hann og nøkur onnur eru nú í einum toymi, sum skal fáa staðarnøvnini á Eiði og søgur um tey út alment.
Eiðismaðurin í Havn gongur nógvar túrar í haganum uttan um Havnina. Hann heldur, at møguleiki er fyri nógvum ymiskum túrum, tí nógvar gøtur eru uttan um høvuðsstaðin. Honum dámar eisini væl at ganga túrar frá heimbygdini Eiði.
-Tað er gott fyri bæði likam og sál at ganga og eingin sigur, at man ikki tekur onkra vísu á túrinum, sigur Rasmus Joensen skemtandi.
Hvørt týskvøld í dansitíðini er hann norðuri á Eiði og dansar saman við teimum í Dansifelagnum á Látrinum. Og hesa tíðina er hann eisini einaferð um vikuna í Tilhaldinum í Havn og dansar saman við teimum. Uppmøtingin er góð, sigur Rasmus.
Her kanst tú hoyra sendingina við Rasmusi Joensen. -
89 ára gamli bíggjarmaðurin Gullberg Gullfoss, sum í mong ár hevur búð í Hoyvík, fór til skips sum ungur maður og hann sigldi nógv sum kokkur. Hann var onkran serliga ringan túr, sum hann greiðir frá í sendingini.
Tá hann fór til Havnar, arbeiddi hann í fleiri ár fyrst á minkagarðinum í Hoydølum. Men serliga er hann kendur sum arbeiðsformaður á Bacalao, har hann var í mong ár og har fleiri hundrað fólk arbeiddu. Og hóast nógv var at gera og stórt trýst á arbeiðsformanninum, eru minnini frá hesi tíðini bara góð.
-Vit minnast altíð tær stuttligu løturnar, tá eg møti konum sum arbeiddu á Bacalao, sigur Gullberg.
Hann hevur frá ungum av verið ein serliga hugagóður grindamaður og greiðir frá onkrum stuttligum hendingum í grind. Men nógv grindadráp vóru ikki vøkur, sigur Gullberg, og hann gevur Paul Watson æruna fyri, at tað nú er nógv betri skil á drápunum.
-Grindin hevur havt og hevur framvegis stóran týdning fyri føroyska samfelagið. Hugsa tær allar teir pengar vit hava spart við at fáa grindina ókeypis, sigur Gullberg Gullfoss.
Saman við Gullbergi vitja vit eisini í heimbygdini Bø, har hann sigur frá ymiskum hendingum í bygdarlívinum.
Gullberg Gullfoss greiðir frá í útvarpssendingini "Ein rík tíð" og hana kanst tú hoyra her. -
Akki Heinesen hevur upplivað sjáldsamar hendingar á sjónum. Við 50 tons stóra Varðanum, sum hann sjálvur átti og førdi, hevur hann tvær ferðir bjargað sama manni.
-Tað er meira millum himmal og jørð enn vit skilja, sigur Akki. Í 1993, tá teir lógu við Varðanum á Norðdepli og trolið var í landi, fekk hann í stýrhúsinum at vita frá einari rødd, uttan at nakar segði nakað, at hann skuldi taka trolið umborð og fara vesturum.
Hvørki Akki ella manningin skilti hvat var á vási, tí teir vóru ókendir vestanfyri. Teir skuldu jú fara norður um aftur, har teir plagdu at vera. Tá teir vóru komnir vesturum, figu teir at vita, at ein annar bátur, Norðingur, hevði sent út neyðarkall, tí teir høvdu rent á land á vestursíðuni í Vágum. Og tá teir fingu boðini, lógu teir beint út fyri har Norðingur var farin á land og kundu sigla inn og taka teir fýra menninar, sum annars høvdu verið illa staddir, umborð á Varðan. Við Varðanum var pápi tveir av manningini á Norðingi.
-Tað er vist at tað var onkur annar, sum stýrdi skipinum tann dagin, sigur Akki
.
Fimm ár seinni hevði trolbáturin Raðhamar úr Klaksvík borið við land við Skoruna á Borðoynni. Varðin, har Akki Heinesen aftur var skipari, var á veg inn at landa, og teir høvdu beint frammanundan møtt Raðhamri. Tá Raðhamar kallaði og segði at teir høvdu borið við land, vendi Varðin beinanvegin. Teir sóu beinanvegin, at her var heilt galið, tí teir sóu ígjøgnum skipið, sum fyltist fyltist skjótt við sjógvi. Manningin fór umborð á Varðan, og løtu seinni sakk Raðhamar. Tað løgna við hesum var, at ein av monnunum við Raðhamri var eisini við Norðingi, sum Akki og teir høvdu bjargað fimm ár frammanundan.
-Hetta var sera sjáldsamt, tí tað er sáldan at menn verða tiknir av skipi, sigur Akki.
Sjálvt um hugurin til seyðin var lítil í uppvøkstrinum, so tók Akki Heinesen við festinum eftir pápan, Jógvan. Og síðani er seyðahugurin støðugt vaksin. Í sendingini greiðir Akki frá seyðahaldinum. Hann hevur slakar 100 seyðir og miðalvektin er nógv økt síðani fyrst hann minnist.
-Fjallmenninir fáa altíð tey bestu lombini. Í mínum uppvøkstri var eitt lamb, sum vigaði 32 pund, eitt gott fjalllamb. Vigar eitt fjalllamb í dag ikki omanfyri 45 pund, er tað einki at reypa av, sigur Akki.
Hann leggur stóran dent á, at ærnar eru væl fyri tá tær fara í hagan við lombunum um várið. Umframt hoyggj og gras, gevur hann seyðinum kraftfóður undan lembingini. Og tað gevur úrslit, tí nú í heyst fóru tveir triðingar av veðurlombunum upp um 40 pund. Tað eru eini 40 lomb.
Akki Heinesen greiðir frá í útvarpssendingini "Frá skakandi hendingum á sjónum til seyðahald á Viðareiði" og hana kanst tú hoyra her.
-
Jóna Hammer úr Oyndarfirði situr og bindur til treingjandi fólk úti í Heimi. Tað hevur hon gjørt í mong ár og tað ger hon framvegis, sjálvt um hon 1. jaunar í ár fylti 100 ár og kundi halda stóran føðingardag.
-Tað er gott at fáa at vita, at tey sum fáa bundnu pløggini eru glað fyri tey. Tað er ein góð kensla at kunna gleða onnur, eisini langt úti í heimi, tí tað eru nógv sum treingja tað, heldur Jóna Hammer. Hennara fulla navn er Jóna Apolonia, Marjun Hammer. Nú bindur hon fyri Reyða Kross og fyrr bant hon til Absalon Matras, sum koyrdi við hjálp til Rumenia.
Í samrøðuni hevur Jóna nógv gott at minnast aftur á, men tað eru eisini syrgiligar hendingar, sum hava sett djúp spor. Ikki minst tá sonurin Jógvan sum lítil fekk meningitis og bleiv brekaður, tí hann ikki fekk rætta heilivágin, og doyði bert 35 ára gamal.
Í 1938 var Jóna í Danmark saman við hundrað øðrum skúlabørnum úr Føroyum at vísa føroyskan dans fram. Hesin túrurin gjørdist eitt minni fyri lívið og Jóna hevur framvegis samband við fleiri fólk frá tí túrinum.
Jóna býr nú hjá dóttrini Kirstin og dótturmanninum Helga Djurhuus á Blómubrekku í Havn. Hon hevur eitt sindur av heimahjálp til ávís ting, men klárar seg annars sjálv. Sum sagt bindur hon nógv og hon lesur nógv.
Hoyr sendingina her. -
Fótbóltslívið í Gøtu hevur fylt nógv og fyllir framvegis nógv í lívinum hjá 87 ára gamla norðragøtumanninum Martin Juul Jarnskor. Hesum greiðir hann frá í sendingini, og hann greiðir eisini frá sínum dramatisku upplivingum á sjónum.
Kona Martin Juul, Henny, vaskaði øll klæðini hjá GÍ-leikarunum og hon hevði átta snórar runt um húsini, har allir teir gulu búnarnir hingu til turkingar. Tí fekk heimið hjá teimum navnið gulu húsini. Hjúnini áttu harafturat ein stóran part av GÍ-liðnum, tí allir synirnir spældu við. Martin Juul sigur, at íslendingurin Gisli, ið var venjari hjá GÍ í nøkur ár, var rætti maðurin felagið fekk fatur á.
-Tað er eingin ivi, at Gísli Magnusson úr Vestmannaoyggjum, sum var venjari hjá GÍ frá 1976 til 80, eigur størstu æruna av at fótbólturin í Gøtu hevur klárað seg so væl síðani. Eingin hevði kunnað gjørt honum tað eftir. Men Jóhan Petur Poulsen, sum nú er venjari, hevur sanniliga eisini klárað tað væl, sigur Martin Juul, sum avgjørt var ímóti at leggja fótbóltsfeløgini GÍ og LÍF saman. Hann heldur at GÍ kláraði seg so mikið væl, at tað var óneyðugt at leggja saman við felagnum hinumegin fjallið. Men fyri tað stuðlar hann kortini Víkingi líka nógv. Hann er framvegis dagliga niðri á vøllinum og hyggur eftir venjingum.
Martin Juul er upphavsmaður til vinarlag millum Gøtu og seinni Eysturkommunu og Vestmannaoyggjar. Fólk úr báðum støðum hava fleiri ferðir vitjað hjá hvørjum øðrum og búð hjá privatfólki, og ein barr í Vestmannaoyggjum er uppkallað eftir norðragøtumanninum.
Í útvarpssamrøðuni greiðir hann eisini frá skelkandi hendingum á sjónum. M.a. tá eldur kom í línuskipið Gøtunes og allir menn blivu bjargaðir, og eisini tá teir vóru illa staddir umborð á gamla Skálabergi. Og ein hægri hond var eisini við, tá hann tvær ferðir var illa staddur, tá hann fiskaði gággu á Gøtuvík.
-Tað er yvrhøvur eingin ivi. Fleiri ferðir hevur ein hægri hond verið yvir mær og bjargað mær á sjónum og tað eri eg takksamur fyri, sigur Martin Juul Jarnskor.
-
Tann vinarligi og lítillætni Hilmar Heinesen var kendur kring landið sum lutaseðlaseljari fyri Deyvafelagið. Hann vísti eitt skelti fram sum segði, at hann kom frá Deyvafelagnum og spurdi fólk um tey vildu keypa lutaseðil og harvið stuðla teimum deyvu í Føroyum.
Umstøðurnar gjørdu, at Hilmar fekk eitt øðrvísi lív enn flestu føroyingar. Men sjálvur segði hann, at hann var ógviliga glaður fyri lívið og alt hann hevði upplivað, bæði á sjógvi og landi. Hann doyði í 2013, 102 ára gamal, og hann er grivin í heimbygdini Miðvági.
Her kanst tú hoyra samrøðuna, sum Tórður Mikkelsen í 1994 hevði við Hilmar Heinesen, ið tá var 83 ár. Ditlev Olsen, fyrrverandi stjóri á Skúlanum á Trøðni, tulkar. -
Tað gongur á 55.-instjúgunda ári síðani 74 ára gamli gjáarmaðurin Jákup Matras, sum býr í Havn, fór at arbeiða hjá SEV, og hann arbeiðir har framvegis.
Í hesum seinna partinum hitta vit Jákup fyrst á Eiðisverkinum, sum hann var við at byggja miðskeiðis í áttatiárunum. Alt vatnið úr áunum heilt frá Selatrað og norður á Gjáarskarð kemur í Eiðisvatn, og rennur síðani oman á Eiðisverkið, har vatnturbinurnar gera streym út á netið hjá SEV. Har og aðra staðni hjá SEV arbeiðir Jákup við stýringum.
Fyrr var hann linjumaður um veturin og arbeiddi við stýringum um summarið, Men hesi síðstu mongu árini hevur hann mest arbeitt við at montera stýringar til motorar, koblingar og annað.
Jákup Matras hevur arbeitt nógv í útoyggjum. Og longu sum lærlingur varð hann í 1968 sendur til Fugloyar at leggja elektrisitetið inn til húsarhaldini í oynni. Hann fekk eisini konu burtur úr hesum túrinum, og hann og Masa av Kirkju hava verið gift í mong ár. Á túrinum í Fugloy greiðir Jákup frá nógvum serligum minnium hesi mongu árini hjá SEV.
Jákup fór til skips sum 14 ára gamal, men einaferð teir komu aftur segði mamman honum, at hann hevði figið lærupláss í Havn sum elektrikari. Og hann tók av. "Mamma man hava havt varðhugan av at eg hevði hug og hevni til hetta, tí hon rakti væl", sigur Jákup Matras. Og hugurin til elarbeiðið er framvegis líka góður.
Vit koyra eisini ein túr til Hattarvíkar, har Jákup kendi øll fólkini í bygdini og minnist hvørja einastu innlegging.
-Mær hevur altíð dámt væl hjá SEV. Eitt skifti, tá nógvir elektrikarar fóru til Norra at arbeiða, umhugsaði eg tað eisini. Men ábyrgdarkenslan fyri SEV gjørdi, at eg bleiv verandi her og tað eri eg glaður fyri. Og teir flestu eru komnir heimaftur úr Norra, sigu Jákup Matras.
-
Tað gongur á 55.-instjúgunda ári síðani 74 ára gamli gjáarmaðurin Jákup Matras, sum býr í Havn, byrjaði sum linjumaður hjá SEV. Og sum linjumaður varð hann mangan boðsendur at fara á fjøllini at finna feilin, tá klaki var lagstur á linjurnar og húsarhaldini sótu myrk ymsa staðni kring landið.
Jákup arbeiðir framvegis hjá SEV og vit hitta hann fyrst á gamla Havnarverkinum í Gundadali, sum nú er støð hjá montørunum, og síðani á stóra Sundsverkinum, ið klárar at føða 80 prosent av landinum við streymi. Har arbeiðir Jákup ofta.
Annars ferðast hann framvegis nógv kring landið, ikki minst í útoyggjarnar.
Í hesum fyrra partinum sigur Jákup Matras frá ymsum upplivingum og einum drúgvum og spennandi arbeiðslívi í SEV.
Í frítíðini er hann nógv í heimbygdini við Gjógv, har hann røktar ein hagapart og sjálvur eisini hevur seyð, og honum dámar eisini væl at fara á flot.
Tórður Mikkelsen hevur lagt til rættis, og hetta er sum sagt fyrri partur. -
Aftur í dag er evnið tann lítla oyggin uttan fast ferðasamband. Har fýra festi vóru í gamlar dagar. So blivu tey tvey, síðani eitt, og nú er tað Tjóðsavnið, sum hevur ábyrgdina av oynni og hevur fyristøðufólk á staðnum. Teir eru tveir sum skiftast og teir verða eisini róptir oyggjavørðar.
Granskarar skulu finna út av hvussu Koltur og alt livandi í oynni uppførir seg, ikki minst uttan seyðabit. Tjóðsavnið sigur, at oyggin skal vera dragandi fyri granskarar, samstundis sum ferðafólk og skúlabørn skulu sleppa at uppliva hesa serligu oyggj, ið longu nú er tann mest granskaða og best lýsta oyggin í Føroyum. Seinastu trý árini hava tey funnið nógvar nýggjar plantur og nýggj ryggleys dýr í Koltri. "Í framtíðini verða lærubøkurnar skrivaðar út frá hesum", sigur Janus Hansen, sum hevur ábyrgdina av lívfrøðiliga arbeiðnum í Koltri.
Útvarpsreportarin var í Koltri saman við fólki frá Tjóðsavninum 11. september, og í hesum triðja og seinasta partinum av túrinum í Koltri hoyra vit hvussu Tjóðsavnið fer at brúka oynna og um teir ymisku tættirnar í Koltursverkætlanini. Eisini hvat skal byggjast í verkætlanini.
Tey, sum eru við í hesum triðja partinum í Koltri, eru: Herleif Hammer, stjóri í Tjóðsavninum, Jóhannus Hansen, oyggjavørður, Inga Katrin Winther, arkitektur, Janus Hansen, lívfrøðingur, Kristina Djurhuus Christiansen, savnsvørður á fólkalívsdeildini á Tjóðsavninum, og Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús, fornfrøðingur. -
Sjúrður Joensen, vanliga nevndur Sjúrður í Koltri, greiðir m.a. frá barnaárunum í Koltri og broytingunum sum hendu, tá festið fór úr familjuni.
Koltur var frá gamlari tíð eitt liviligt pláss, og ofta komu børn aðra staðni frá út í Koltur at ferðast. "Hetta var serliga áðrenn mína tíð og summi av hesum børnum vusku upp her úti. Tað var ein traditión", sigur Sjúrður.
Frá gamlari tíð vóru fýra festi í oynni. Síðani fór tað niður í tvey. Seinastu mongu árini hevur eitt festi verið og nú er tað Tjóðsavnið, sum hevur ábyrgdina av oynni og hevur fyristøðufólk á staðnum. Tjóðsavnið hevur eina stóra Koltursverkætlan, sum vit fara at hoyra meira um í seinasta parti.
Í dag greiðir annar av fyristøðumonnunum í oynni, Dánjal Egilstoft, frá hvussu tað er at koma nýggjur út higar, og Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús, fornfrøðingur, og Kristina Djurhuus Christiansen, savnsvørður á Tjóðsavninum, greiða frá kornvelringini í Koltri. Tær eru komnar út at skera akurin. -
Í hesum partinum greiðir Sjúrður Joensen, eisini róptur Sjúrður í Koltri, frá ymiskum viðurskiftum í ættarbygdini, sum uttan iva er landnámsbygd.
-Koltur hevur verið eitt liviligt pláss. Umframt tað sum oyggin sjálv gav, er stutt til fiskimiðini. Í oynni hava búð upp í 50 fólk, sigur Sjúrður.Nógv fólk aðra staðni frá er komið út í Koltur at vera.
Men tey, sum hava búleikast í Koltri, hava eisini veruliga upplivað sterkar náttúrukreftir, tí nakrar ferðir hevur brimið vestanífrá brotið upp um oynna.
Frá gamlari tíð vóru fýra festi í oynni. Síðani fór tað niður í tvey festi. Seinastu árini hevur eitt festi verið, og nú er tað Tjóðsavnið, sum hevur ábyrgdina av oynni og hevur fyristøðufólk á staðnum. Tjóðsavnið hevur eina stóra Koltursætlan, sum vit fara at hoyra um í næstu sending úr Koltri.
-
Systkini Myrtley Helgason og Jens Pétursson, sum eru ættað av Nesi í Vági, eru nú 100 og 102 ára gomul og trívast væl í hvør sínari eldraíbúð á Vidatorgi í Reykjavík.Har búgva tey hurð um hurð. Bæði hava búð í Íslandi síðani fjørutiárini. Upprunaliga eftirnavnið hjá teimum er Splidt.
Myrtley spælir bingo tá útvarpsverturin kemur á Vidatorg at hitta systkini. Fríggjadagur er og bingospæl er har hvønn fríggjadag og tá er Myrtley fastur fúsur. Vidatorg mitt í Reykjavík er fleiri blokkar við íbúðum fyri eldri fólk,sum skulu klára seg sjálvi og her eru nógvir ymiskir aktivitetir fyri tey eldru, sum búgva her og í økinum uttanum.
Beiggin Jens Pétursson fór til Íslads undir seinna heimsbardaga og búði tey fyrstu árini á Akureyri. Seinni flutti hann til Reykjavíkar saman við familjuni. Konan Maja var úr Hovi og hon andaðist í 2007. Tey eiga fýra børn. Dóttirin býr í Íslandi og teir tríggir synirnir búgva allir í Føroyum. Ein býr í Hovi og hinir báðir á Tvøroyri. Jens er væl kendur í sambandi við Sjómansheimið Ørkina, har hann hevur verið stýrisformaður og stýrislimur, og Myrtley fyri arbeiðið í Sjómanskvinnuringinum.
Myrtley, sum fylti 100 ár 15. august, kom til Reykjavíkar í 1947. Tá vóru boð eftir føroyingum at koma til Íslands at arbeiða. Í 1962 giftist hon við Thorstein Helgason av Ísafirði, vanliga róptur Steine. Hann doyði í 2011. Tey eiga eina dóttir og hon býr í Danmark, og eftirkomararnir hjá henni búgva í Danmark og Svøríki.
Summi í blokkinum eiga íbúðina og onnur leiga. Myrtley leigar og tað heldur hon er ein stórur fyrimunur, tí tá kann hon bara ringja eftir fólki um okkurt er galið.
Systkini hava gott at bregða til. Mamman, Andrea Splidt á Nesi í Vági, bleiv 101 ár, og ein systir hennara bleiv eisini 100 ár.
-Tað er ikki høvuðssakin hvussu leingi man livir, men hvussu man livir, staðfestir 102 ára gamli Jens Pétursson. -
Tey á Eydnufestivalinum eru øll væl nøgd við tiltakið, sum Verkhúsið Stíggjur í Saltangará skipar fyri.
Tey, sum vit hitta í sendingini, eru: Atli Petersen, Hildur Joensen, Petur Hans Hansen, Vivian Midjord, Finnbogi Berg, Sjúrður Húsgarð, Eli Olsen, Tove Hjørleifsdóttir, Unn Mortensen, Anita Danielsen, Hallur Joensen, Daniel Joensen, Joan Olsen, maregit Petersen, Súsanna Petersen, Árni Andreasen, Ruborg Haraldsen, Tóra við Keldu, Sharon Sivertsen, Johan Hansen, Joanna Jarnskor Poulsen, Bergljott Jarnskor Poulsen, Steintór Rasmussen og Elin Løkin. - Show more