Episodios
-
Annika Magnussen Gaard skrivaði undir guðfrøðislestrinum ritgerð í kirkjusøgu um prædikuna aftaná trúbótina, sæð í ljósinum av "Ars moriendi" siðvenjuni, sum merkir "kynstrið at doyggja".
Hetta er ein gomul siðvenja, ið er frá katólskari tíð, men Ars moriendi fann eisini sínar røtur í protestantismuni, tí Martin Luther skrivaði eina tílíka vegleiðing, sum hevur heitið :" En sermon om Beredelse til at dø". Í hesi vegleiðing, ið er skrivað sum ein prædika, viðgerð Luther, hvussu vit skula siga farvæl til tað verðsliga lívið, við at skapa sátt og semju, áðrenn deyðin kemur. -
Hans Jacob Kollslíð sigur frá sínum samarbeiði við tónleikaranum Hans Marius Ziska. Teirra vøkru orð og tónar eru vorðin fólkaogn.
Eisini sigur H.J. Kollslíð frá síni tíð í Thailandi og hví honum dámar so væl Karamasov brøðurnir. -
¿Faltan episodios?
-
Jovina og Allan Olsen eiga Ariu, sum fekk staðfest syndromið 22q11. Allan sigur frá sváru og truplu gongdini, tá tey varnaðust, at alt ikki ruggaði rætt.
Tá ein tíð varð frálíðin var staðfest, hvør sjúkan var.
Ein av hvørjum 2000 nýføðingum hava hetta syndromið, men tað varierar ymiskt frá einum menniskja til annað. -
Sámal Matras Kristiansen er samfelagsfrøðingur.
Hann skrivaði eina grein herfyri, har hann hugleiddi, um tað er ein mannarættur at taka lív, bæði tá tað byrjar og tá tað endar. -
Hilda Bolstad Mortensen hevur saman við trimum øðrum lesandi skrivað ritgerð um fyribrigdið "phubbing". Hetta er orð sett saman av phone og snubbing, tað hendir tá tú stendur og prátar við ein, og tú tá so heldur velur at taka telefonina.
Hetta gevur fólki lítilsvirði. Umsorganarsvíkur er eisini, tá foreldur ikki lurta eftir barninum, men heldur velja skíggjan framum barnið. -
Pál Weihe helt ein fyrilestur í Sandavágs kirkju, har hann hugleiddi um trúgv og vísindi.
Vísindin, sum kann mátast og vigast í mun til trúnna, sum vónar á tað, sum ikki ikki sæst. -
Mamma Susan Jacobsen var stødd í Danmark í 1963. Tá hitti hon amerikanskan hermann og árið eftir varð Susan fødd. Seinni varð mamman gift donskum manni og fekk børn.
Susan hevði tryggan og góðan barndóm. Tá hon var vaksin, fór hon at leita eftir pápanum, og hon fann hann í USA. -
Beinta og Havstein Klein eru sjúkrarøktarfrøðingur og prestur.
Tey hava búð og arbeitt í Tansania í fleiri ár. Tey siga frá hesi merkisverdu tíð, sum er so ólík lívinum her heima. -
Ann Randi Jacobsen misti pápan at sínum fyrsta dreingjabarni. Hann doyði í ólukku í Grønlandi.
Seinni møtti hon manninum, sum hon hevur verið gift við í nógv ár.
Í 2014 doyði verdóttirin í barsilssong, og tá fór Ann Randi í móður stað. -
Marisa Spiteri Cremona er úr Malta. Hon er úr katólskari familju og longu, tá hon var tjúgu ár, fór hon í kleystur.
15. juli í 1981 kom Marisa til Føroyar at vera. Hon hevur verið sera aktiv og hevur stóran vinaskara.
Men nú hevur Róm tikið avgerð, at kleystrið skal seljast og systrarnar skulu fara tl onnur lond.
Marisa fer í juni mánaða til Dublin at búgva í einum kleystri. -
14. februar í 1945 doyði Sigga Maria, mamma Signar á Brúnni í barsilssong, bara 34 ára gomul.
Eftir sat pápin, Jógvan, við trimum smádreingjum.
Hvat var til ráða at taka ?
Góð menniskju og familjan øll slógu ring um teir og gjørdu sítt ítarsta fyri lítlu viðbreknu familjuna, sum høvdu mist tað kærasta teir áttu.
Og allur kærleikin og øll umsorganin hevði verið góð, tí Signar sannar í dag, at tað, sum varð gjørt var gott. -
Anne Mette Greve Klemensen hugleiðir um nýggjárið, hví mann setir sær fyri, at onkur broyting skal vera í nýggja árinum.
Men hvat forðar menniskjanum í at seta sær mál annað enn mannaótti ?
Tí, hvat um tað nú miseydnast og mann verður til láturs ?
-
Sálmaskaldið B. S. Ingemann, sum skrivaði og yrkti nógv, er evnið í sendingini.
Hann eigur nógvar av jólasálmunum, sum vit syngja í dag.
Føgur er foldin er ein teirra. -
Súsanna Olafsdóttir Skaale er sálarfrøðingur. Hon starvast á "Títt rúm".
Hon gevur bók út, sum eitur "Familjufløkir". Sannroynd er, at børn sum búgva í heimi, har foreldur eru rúsbundin fáa arr, sum skeiklar tey. Børn eru loyal og tey eru prísgivin teirra foreldur, so tá alt verður kaos, so roynir barnið av øllum alvi at fáa alt í rættlag aftur. Og hetta er ikki uppgáva, sum nakað barn skal bera. -
Mannfólkadagurin er 19. november.
Tá hevði Javnstøðunevndin boðið sálarfrøðinginum Svend Aage Madsen til Føroya at halda fyrilestur.
Kanning og gransking vísir, at alt fleiri menn eru einsamallir.
Kvinnur eru alt meiri sjálvstøðugar og megna gerandisdagin einsamallar. Teirra styrki er eisini, í mun til menn, at tær tosa meiri um trupulleikar, hava fleiri at samskifta við, meðan menn ofta bara hava makan at tosa við. Teir fara ov seint til lækna og liva tí styttri.
- At menn í dag fara í barsil er sera jaligt, sigur Svend Aage Madsen, tí tað er sunt og gott at hava tætt samband við barnið, og teir taka tá størri ábyrgd fyri síni heilsu og trivnaði. -
Orðið hermeneutikkur er grikst orð og merkir at tulka ella umseta.
Vit menniskju tulka og analysera, javnt og savnt, alt og øll og alt rundanum okkum, men við hermeneutikki kunnu vit analysera okkara tulkingar.
Okkara tulkingar hava vit úr okkara samtíð, tí vit hava felags fatanarkarm.
Fra tíð til aðra spyrja fólk ymiskar spurningar til ein tekst og soleiðis er ein tekstur livandi og kann geva ymisk andsvar.
Men ein tulking er ikki betri enn ein onnur. -
Gestur er Poul Jákup Thomsen.
Hann vaks upp í heimi, har stór rúsdrekka misnýtsla var.
Avleiðing hjá einum barni, sum veksur upp í slíkum korum er, at tað kann als ikki læra ella hugsavna seg í skúanum, tí tað er fult av ampa um, hvussu skilið er heima.
Úrslitið er, at barnið missir øll síni vankligu mørk og er illa brynjað til vaksna lívið.
Poul Jákup fór eisini at drekka til ein dagin, hann raknaði við og langa gongdin at verða tilvitaður byrjaði og tað er tað, sum er tað góða lívið. -
Sverri Steinhólm er fyrsti diakon prestur í Føroyum. Diakoni er griskt orð og merkir tænasta. Henda merkingin er heilt frá teimum fyrstu kristnu.
Sverri skal leita upp hin falna og royni eftir førimuni at lætta um og hjálpa, har hann kann. Bæði við tí góða orðinum og ítøkiliga.
Tí, "tú skal hjálpa" ! -
Tríggir tíggju ára gamlir dreingir druknaði 31. august 1964 á Toftavatni.
Eini drongurin var Oddmar Andreassen og hann var beiggi Elinbjørg Petersen. Hon sigur frá hesum so svára degi og hvussu løgið tað var, at ongin segði nakað um tað í tíðini aftaná.
Nústaðni sigur Elingbjørg frá hesi ógvusligu hending. -
Effie Campbell hevur skotskan pápa. Hann varð soldátur í Føroyum undir seinna heimsbardaga. Hjúnarbandið hjá foreldrunum slitnaði, so Effie og mamman hava verið tværeinar.
Effie varð lærari og hevur starvast á Adventistaskúlanum í 35 ár. Hon er sera virkin, hon skrivar og hevur umsett eina rúgvu.
Hon var trúlovað í sínu ungu døgum , men hon gjørdi tað til onkis.Uppi í árunum rann saman aftur og tey blivu gift. Tey fingu 8 ár og 7 mánaðar, so doyði maður, Effie, Jógvan av sjúku. - Mostrar más