エピソード
-
Er hann nevndur, er hann kendur! Lead-guitaristurin úr tónleikabólkinum Gestir...eisini hevur hann gjørt Trom...
Torfinnur Jákupsson er Gøtumaðurin aftanfyri fyrstu - og inntil víðari - einastu føroysku altjóða krimi-sjóvarpsrøðina Trom.
Hoyr alt um, hvussu dagdroyming á fiskavirkinum í Gøtu leiddi til eina yrkisleið innan film.
Eisini tosa vit eitt sindur um, hvat er næst á skránni hja Torfinni. -
Vit ummæla Joker 2, og tosa eisini nógv um 1'aran.
-
エピソードを見逃しましたか?
-
Saman við Rúna Friis, hava H&H hugt eftir Netflix aktuella Beverly Hills Cop, sum er tann 4. filmurin í filmsrøðini um Axel Foley. Við støði í Beverly Hills Cop tosa vit um Eddie Murphy, stand-up, skemtifilmar, 80'ini, buddy cop action filmar.... ja, í stuttum, so verður nørd-o-metrið sprongt í luftina í hesum nýggjasta partinum av H&H.
-
Sakaris er føroyingur! Sakaris er skopuningur! Sakaris ger filmar!
í 2012 gjørdist Sakaris fyrsti vinnarin av Geytanum, og hetta var fyri filmin Summarnátt. Eisini hevur hann gjørt filmin Vetrarmorgun, sum varð virðisløntur á altjóða Berlin Filmfestival. (Vetrarmorgun vann IKKI Geytan hetta árið), men (í núvernadi løtu) er Sakaris kanska mest kendur fyri at gera filmin Dreymar við Havið.
Sakaris bæði leikstjórar og skrivar sínar egnu filmar, og í dagsins H&H tosa vit við Sakaris um hansara lívsleið innan film; hvussu gjørdist hannfilmsleikstjóri, og hvussu arbeiðir hann? Hvussu sær hann film sum listagrein? -
Í hesum partinum loypa vit í saðilin og ummæla fyrsta part av episku kovboyfilms verkætlanini hjá Kevin Costner: “Horizon: An American Saga.”
Vit borðreiða eisini við einum snarskeiði í nøkrum, sum liggur øllum føroyingum sera nær: Koboyfilmssøgan! Yeehaw! -
Vit siga ofta at Atlantic Rapsody er tann fyrsti føroyski filmurin. Hetta var í 1989, men Eir skrivaði og gjørdi sjónvarps barnafilmin Alfred longu í 1986, so kanska føroyska filmsøgan skal umskrivast eitt sindur?
Eir hevur verið við heilt frá byrjanini! Sum fáur hevur hon verið við til at menna, skapa og forma tað føroyska miðlandslagið. Hon var við sum ung genta, tá Krigvarpið (Svf) byrjaði í 1984, har hon arbeiddi saman við Zacharias Hammer og gjørdi m.a. barnaløtuna, sum var ein tann fyrst framleidda sendingin í føroyskari sjónvarpssøgu - áðrenn Dagur og Vika!
Í dag kenna vit Eir kanska best sum ein dokumentarist. Hon hevur vunnið Geytavirðislønina fyri filmin Sálarhvøl og hevur fleiri spennandi verkætlanir í stoypiskeiðini.
Alt hetta, við meira, tosa vit við Eir um í heusm partinum av Hermann & Helmsdal. -
Anton Petersen og Gorm Just hava stovnað ein føroyskan filmskúla, sum byrjar longu í august!!!
-
Filmshúsið hevur fingið nýggjan stjóra!
Tí vóru vit sjálvandi við til almennu móttøkuna hjá nýggja stjóranum Marjun Niclasen, á Vestaru bryggju, fríggjadagin 31/05/24.
Mikudagin settu vit so Marjun stevnu, fyri at hoyra eitt sindur um hana, um filmshúsið og um hennara ætlanir við filmshúsinum næstu árini. -
Hermann & Helmsdal ummæla aktuellu filmarnar Challengers við Zendayu í høvuðsrolluni og ræðufilmin Immaculate, har Sydney Sweeney hevur høvuðsrolluna. Tær ungu Sweeney og Zendaya eru báðar kendar úr røðini Euphoria og m.a. hugleiða Hermann & Helmsdal um, hvørjar tær "nýggju" ungu filmstjørnurnar munnu vera í dag? Tosað verður um góð og ring sjónleikara avrik, musicals, ræðufilmar. Vit seta eisini spurningin; nær er filmur so vánaligur, at ein reisir seg og fer úr biografinum?
-
Í hesum serliga partinum av Hermann & Helmsdal geva vit okkara ummæli av filminum Furiosa og vit hoyra eina spennandi frásøgn frá sjálvum Cannes filmfestivalinum, har Gudmund var við til heimsfrumsýningina av Furiosa: A Mad Max Saga. (Herman var altso IKKI við í Cannes. Vit skulu líka undirstrika enn eina ferð, at Hermann var verandi heima í Føroyum, ímeðan Gudmundur var í Cannes. Altso: Gudmundur var í Cannes, sum er í Fraklandi. Hermann var ikki í Cannes, tí hann var í Føroyum, sum jú ikki er í Fraklandi)
-
Stephen Cleary knows what he’s talking about. For years he’s been active in international film industry, spanning across several continents. His passion is the story, the script; the very foundation of any good film.
As a script consultant and story developer, he’s all about what makes a good film tick. What is the essence of a great story? What is a great character, and how might this vary across different cultures and different countries? As a producer, writer, and as a director he’s worked on over 250 films!
Stephen Cleary travels the world lending his expertise, hosting workshops and seminars on all aspects of screenwriting. He is a frequent lecturer at the Danish Film School and recently, Stephen paid a visit to the Faroe Islands, for the fourth time, where he had a screenwriting workshop in collaboration with Filmhúsið in Tórshavn.
In Stephen’s own words, he really loves the Faroe Islands and enjoys working with our own local talent in developing new ideas Faroese films, and his insights as to how we can achieve this are inspiring.
-
This is the full episode of our chat with Brazilian director Daniel Bandeira, who visited the Faroes as part of the Pop-up Film Recidency back in November 2023.
Off course, Hermann & Helmsdal couldn’t pass on the opportunity to have Daniel come join us on our podcast. In addition to talking to Daniel about his new film Property – which was screened in Havnar Bio by Filmsfelagið – we also touch upon what drives Daniel as a filmmaker. Is he a political filmmaker? Is he a social commentator? And, off course, we also delve into what films we love, what inspires us and what it was like for Daniel to grow up in Brazil as a young film lover. -
Hesa vikuna hitta vit Birgir Kruse og Ole Wich. Í eitt mannaminnið hava teir báðir staðið á odda fyri Filmsfelagnum - fremsta og elsta áhugafelagið fyri filmselskandi føroyingar. Anekdotirnar fúka í allar ættir og vit válka okkum í øllum frá blasfemiskum meistaraverkum frá 20 øld til at geva føroyinginum nýggjar og óvæntaðar filmsupplivingar. Vælkomin í Filmsfelagið!
-
Hesa vikuna hitta vit Rúna Friis Kjær. Rúni er filmsmaður, kameramaður og filmskennari um ein háls. Vit tosa millum annað um filmsútbúgving, íslendska filmsvinnu, føroyska filmsvinnu, føroyskt skemt á filmi, um leikstjórar frá David Lynch til Michael Bay til Michael Mann og um listafólk, Agurk, Klippfisk og Jákup Veyhe. Snøgt sagt vit koma víða um.
-
In their debut mini episode, "Hermann & Helmsdal" host a candid chat with filmmaker Daniel Bandeira on his latest socio-political thriller, "Property. Get a sneak peek into "Property," as the trio discusses inspirations and challenges. Stay tuned for the full episode, promising an unfiltered exploration into "Property" and the intricacies of filmmaking.