Episodes
-
Mona-Maria úr Fugloy er 52 ár. Í 1998 varð hon sjúkrarøktarfrøðingur í Odense.Komin heim til Føroya fór hon eftir seks árum aftur til Danmarkar og hevur hon arbeitt í sjúkrahúsverkinum, heimatænastuni, eldrarøktini og røktarheimum.
Í 2007 dagførdi hon sína útbúgving til nýggja bachelorútbúgving og tók ein kandidat í sjúkrarøktarfrøði, har fokus var á leiðslu og menning.
Fyri einum ári síðani flutti hon heim til Føroyar og er nú deildarleiðari á heiminum við Vágna við trimum deildum og 24 búfólkum og 46 starvsfólkum. -
Poula Reinert- Petersen, er í dag leiðari. Hon hevur staðið, har sjúkrarøktarfrøðingarnir nú standa, so hon kann við sínum royndum brynja síni starvsfólk til at geva bestu røkt. Poula er eisini tilvitað um umsorganarmøði versus skipanarmøði.
Poula hevur starvast sum heimasjúkrasystir til familjan flutti til Danmarkar. Har tók hon eina kandidatútbúgving, cand.scient.san -
Missing episodes?
-
Herborg Petursdóttir er sjúkrarøktarfrøðingur. Í dag er hon visitator hjá Tórshavnar kommunu og situr í upptøkunevndini, sum tilskilar búpláss til borgarar í kommununi.
Vanliga gáa vit ikki um leiklutin hjá sjúkraøktarfrøðinginum, sum ofta og títt má taka atlit bæði til borgaran og tey avvarðandi. Hvussu siglir hann millum skerini ? Hvørji amboð hevur hann, tá etiskar tvístøður taka seg upp ?
Hvussu sær sjúkrarøktarfrøðingurin sín leiklut ?
Sendingin er send í samstarvi við Sjúkrarøktaretiska ráðið og KVF. -
Hava vit etikk, tí vit vilja verja okkum móti hvørjum øðrum, so vit ikki gera okkum inn á hvønn annan? Eru tað avtalur um atferð, so til ber at liva? Ger etikkur okkum til menniskju og hevjar okkum uppum djórini?
-
Hvat er virðiligur deyði ?
Hvat er aktiv og passiv deyðshjálp? Skal eg sjálv gera av, nær eg vil fara?
Er tað ein mannarættur í siviliseraðum samfelagi, ella skulu vit altíð velja lívið, tí vit hava øll eitt egið virði?
Kann eg krevja, at onnur skulu hjálpa mær at at fara úr lívinum ?
Deyðin er natúrligur partur av lívinum og tí skal lívið ganga sína gongd, til tað endar, ella er tað meiri mansømiligt at steðga líðingini og soleiðis enda lívið ?
Er lívið heilagt og hava vit øll eitt egið virði ? -
Korona - orð, vit hava hoyrt uppí saman, vent, snarað og hugsað um, og vit hava fingið boð um at fara til hús og vera har. Og eru vit góð við hvørt annað, so halda vit frástøðu!
Men nú melur næstan alt aftur, og hamstarin er farin inn aftur í hjólið. Súrdeiggið hevur mist mátt og megi, og alt er næstan, sum tað var, ella er tað nú tað?
Kunnu vit longu nú virðismeta hesa tíðina? Eru vit ikki enn mitt í eyganum?
Kunnu vit fyrireika okkum til líknandi støðu aftur ? -
Fara vit í einari posthumanari tíð, at kunna broyta grunntreytirnar fyri, hvat eitt menniskja er ? Er maður meiri enn mold ? Er dreymurin um ævigt lív nú til í einum gentekniskum varianti ?
Um tað er gott at liva í 80 ár, er so ikki betri at liva í 160 ár ?
Spæla vit Guð, tá vit broyta okkara byggisteinar ? -
Hvørja ávirkan hava vit á livandi verur, djór, landsløg og náttúruna sum heild ? Hevur alt livandi eitt egið virði ?
Virðismeta vit altíð frá einum antroposentriskum sjónarmiði ?
Og er tað ikki órørda náttúran vit leita eftir ? -
Jógvan D. Hansen, lærari í filosofi, er gestur í Etos.
Hann sigur frá guðfrøðinginum og filosoffinum K.E.Løgstrup.
Løgstrup tosaði um etiska kravið. Hvat liggur í støðuni og hvørji krøv kunnu hugsast at vera til staðar ?
Sært tú eitt menniskja, sum er í neyð, kemur tú so tí til hjápar ? Tey etisku virðini eru innbygd í tilveruna, tey eru feld inn í støðuna, helt Løgstrup. -
Hvørja dygd hevur tann, sum fremur eina gerð?
Platon tosaði um fýra dygdir, sum staturin skuldi hava, nevniliga rættvísi, vísdóm, dirvi og tamarhald.
Vit og skil skal stýra okkum og ikki kenslurnar.
Etikkur og politikkur er neyvt knýtt saman og menniskjan skal blóma. -
Betri at vera ein ónøgdur Sokrates enn ein nøgdur býttlingur ?
Tráanin eftir njóting og tráanin at koma sær undan líðing, hvussu skipa vit lívið og samfelagið eftir hesi fortreyt.
Hvørjar avleiðingar fáa tínar gerðir ?
Jógvan D. Hansen, lærari í filosofi, sigur frá konsekvensialismu. -
Jógvan D. Hansen, lærari í filosofi, sigur frá Immanuel Kant og kategoriska imperativinum.
Kant segði "spyr teg sjálvan, um gerðin, tú ger, kann verða ein alment galdandi lóg."
Eru vit okkara egnu lóggevarar? Og er ikki neyðugt at hugsa um avleiðingarnar av okkara gerðum? -
Jógvan D. Hansen, lærari í heimspeki, er gestur í Etos.
Vit spyrja: Hvat er rætt og hvat er rangt? Vit brúka orðini etikkur og moralur hvørt um annað, men kunnu og skulu vit grundgeva við kenslunum ella við viti og skili?
Hava vit etikk og moral í einum heimi, har ongi menniskju eru, ella er etikkur og moral bara tengdur at menniskjum? -
Jógvan D. Hansen, lærari í filosofi, er gestur í Etos.
Hvussu skal eg, mannabarn liva? Hvat er tað góða lívið? Hvat er rætt og hvat er rangt? Hvussu beri eg meg at móti øðrum menniskjum, tí vit skulu øll vera her og øll hava vit eins virði, tí vit eru øll mennisku og tí serstøk.
Vit tosa um etikk bæði í samfelagnum, í politikki, millum menniskju, í heilsuverki, tá tað snýr seg um djórini og umhvørvið.