Episodes
-
Árliga ólavsøkuframsýningin hevur fingið heitið Gerandisopinberingar. Hesaferð eru listafólkini boðin við, og tað er Kirstin Helgadóttir, sum hevur valt út. Vit hitta Kirstin fyrst í sendingina..
Um vikuskiftið verður Vestanstevnan hildin í Miðvági. Vit fara at fregnast um skránna, tá ið vit fáa orðið á Aleth Jacobsen miðskeiðis í sendingini.
Tú kanst hoyra sendingina her! -
Kanst tú spæla sjónleik við demensi? Og hvør ert tú sum menniskja, tá tú hevur mist minnið?
Tað eru spurningar, sum Pál Weihe, lækni og fyrrverandi nevndarlimur í Alzheimerfelagnum, og Anne Mette Greve Klemensen, prestur, skifta orð um, nú Lear Kongur við Biritu Mohr í høvuðsleiklutinum verður frumsýndur.
Í hesum døgum letur Herborg Torkilsdóttir úr hondum nýggjan sang. Íblásturin kemur frá kærleikanum millum foreldur hennara. Herborg vitjar útvarpsstovuna.
Hoyr alla sendingina her. -
Missing episodes?
-
Dania O. Tausen hevur gjørt eina nýggja heildarútgávu og LP-plátu, har ið onnur síðan eitur JA og hin eitur NEI. Vit hitta fjøl-listakvinnuna til eitt prát um tónleik og list.
Bólkurin Tweed & Hyenas, hvørs oddamaður er Klæmint Hofgaard, hevur tikið upp nýggja plátu í Wales. Vit tosa við Klæmint, samstundis sum høvi verður at hoyra annað staklagið av komandi útgávuni.
Tú kanst hoyra sendingina her! -
"Broddur" er heitið á einari sera forvitnisligari og fjølbroyttari framsýning, sum í hesum døgum er í Müllers Pakkhúsi í Havn. Vit hava vitjað framsýningina, har ið vit eisini skiftu orð við Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard og Súsan í Jákupsstovu, ið hava fyrireikað framsýningina.
Í dag varð Nólsoyarstova í Havn pakkað út aftur. Vit fóru á gátt at tosa við hjúnini Onnu Mariu og Jógvan Hans Østerø, sum hava staðið fyri arbeiðinum at umvæla hesa gomlu býarmyndina.
Tú kanst hoyra sendingina her! -
Skrapt er enn ein festivalur, sum setir mentan og musikk í miðdepilin. Vit seta sjóneykuna á nýggja festivalin í høvuðsstaðnum saman við Sunnivu Háberg Eysturstein og Kim Simonsen, fyriskiparunum.
Ársins framsýning hjá felagnum Føroysk Myndlistafólk, sum plagdi at eita várframsýningin, men sum nú kann síggjast á sumri, hongur uppi komandi vikurnar. Vit tosa við Bárð Dal Christiansen, formann í felagnum.
Hoyrið sendingna her. -
Tað er ein heilt serligur dámur yvir gomlum amerikonskum bilum: Støddin, sniðið, ljóðið og so hesin heilt serligi bleyti komforturin, ið týðiliga merkist, tá ið tú flýtur avstað á einum amerikonskum highway - og tú kundi hildið á.
Og ein, ið er sera hugtikin av amerikonskum bilum, og sum eigur ikki so fáar, er Johnny Nón.
Vit hava vitjað Johnny og amerikonsku bilarnar í garaguni, har ið vit eisini fingu orðið á Elnu, ið er betra helvtin hjá Johnny,
Tú kanst hoyra sendingina her!
-
Nýggja bókin hjá Guðrið Poulsen ?ein bein linja ein bogin? er ein gonguferð í yrkingum og fotomyndum gjøgnum tað staðið, har býurin byrjar og endar. Guðrið Poulsen er í útvarpsstovuni og tosar um yrkingar og fotomyndir.
Listamaðurin Hanni Bjartalíð fekk fyri fyrstu ferð listafólkaløn hesaferð frá Mentanargrunninum. Vit tosa við Hanna um hansara lív og ætlanir.
Hoyrið sendingina her. -
Í farnu viku fingu tey trý listafólkini, Marjun Syderbø Kjelnes, Hanni Julius Bjartalíð og Dánjal Dam á Neystabø listafólkaløn komandi trý árini. Og í dag hitta vit ein teirra - tónleikaran, Dánjal á Neystabø.
Í dag lat føroyska listakvinnan, Elisabeth Pike, sum er búsitandi í Kanada, upp listaframsýning í Kambans Húsi í Klokkaragøtu í Havn. Vit hava verið á gátt.
Tú kanst hoyra sendingina her! -
Kristina Thede Johansen hevur fingið Sonning-talentprísin, sum er 100.000 krónur. Vit skifta orð við saxofonspælaran.
Hósdagin vóru vinnarauppskotini til nýggjan høvuðsbygning til Setrið avdúkað, og í dag verður nomið við øll uppskotini. Vit hoyra Ólav Ellefsen, ið er formaður í stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya og í dómsnevndini, og Ósbjørn Jakobsen, arkitekt.
Tú kanst hoyra sendingina her! -
Seinrapartin varð avdúkað, at tað var teknistovan Henning Larsen North Atlantic, ið hevur vunnið arkitektakappingina um kampus ella nýggjan felagsbygning til Fróðskaparsetur Føroya. Vit hava fregnast í Kongshøll og fáa eitt nú orðið á Ósbjørn Jakobsen, arkitekt. Eisini hoyra vit brot úr røðunum hjá Ólavi Ellefsen, ið er formaður í stýrinum fyri Setrið og í dómsnevndini fyri arkitektakappingina, og Martini Zachariassen, rektara.
Í gjárkvøldið var Reinsaríið karmur um Ritlist II. Vit vóru á gátt og vit skiftu orð við bæði lærarar og næmingar, nevniliga Lív Róadóttir Jæger, Kim Simonsen, Súsonnu Tórgarð og Rannvá Glerfoss.
Tú kanst hoyra sendingina her! -
- Vit vilja geva burturtagdu søgunum um tær, ið doyðu í barsilssong, eitt jarðfest og sjónligt minni. Soleiðis siga tær, ið seta upp eitt listarligt minnismerki fyri allar kvinnur, ið doyðu í barsilssong.
Vit tosa við ein stigtakara og listafólkið.
Sápmi-søgur eitur ársins summarframsýning, sum er opin og hongur uppi til 11. august í Norðurlandahúsinum. Eins og undanfarin ár, vísir hon okkum, hvat hendir á listarliga økinum í Norðurlondum. Vit tosa við Gunn Hernes, stjóra, um sámar og list.
Hoyrið sendingina her. -
Kristian Blak er heiðraður við virðislønini hjá Nordisk Komponist Råd fyri sítt arbeiði við Summartónum. Sunleif Rasmussen frá Nordisk Komponist Råd sigur nøkur orð, og vit hitta høvuðspersónin Kristian Blak.
Tá ið byggjast skuldi uppí Viðareiðis kirkju, varð avgjørt at fáa listarmannin, Edward Fuglø at listprýða nýggja bygningin, og hesa uppgávuna loysti listarmaðurin á ein sermerktan og øðrvísi hátt. Vit vitjaðu á Viðareiði leygardagin, har ið vit tosaðu við Elsebeth Viðoy, forkvinnu í kirkjuráðnum, Jóannes Purkhús, ið er prestur í norðoya eystara prestagjaldi, og Edward Fuglø, marglistarmann.
Tú kanst hoyra sendingina her! -
Seinast í mai vórðu tvær heiðurslønir latnar stórstidnu KOKS-bókini "Føroyasmakkur". Bókin vann fyrstu virðisløn í flokkinum "Bestu matmyndir" og aðru virðisløn í flokkinum "Besta norðurlendska" í heiminum 2023. Kappingin stóð millum fleiri túsund bøkur. Vit tosa við Johannes Jensen, stjóra í Gist & Vist-samtakinum.
Og so fara vit í 30 ára føðingardag í húsunum hjá Listasavni Føroya, har vit hoyra um fortíð, nútíð og framtíð. Karina Lykke Grand, stjóri, greiðir frá.
Hoyrið sendingina her. -
Summarið er fult av festivalum, og festivalarnir eru fullir av mentan. Vit fregnast um, hvat mentanarpallurin á G! hevur at bjóða í ár og tosa við Sissal Kampmann, Kim Simonsen og Fríði Djurhuus.
Eisini tosa vit við Kim Hansen, sum er ein av teimum, ið skipar fyri Fjarðaroki um vikuskiftið í Skálafirði. Hann greiðir millum annað frá, hvussu hendan stevna er komin í lag.
Og eitt sindur um Lollipops.
Hoyrið sendingina her. -
Summarið er í hæddini, og tað merkir eisini, at Summartónar ljóma um alt landið. Vit fáa vitjan av legendariska undangongumanninum Kristian Blak, sum hevur fyriskipað størsta føroyska tónleikatiltakið, Summartónar, í meira enn 30 ár.
Í hesum døgum hevur listamaðurin, Øssur Mohr, listaframsýning í Ribarhúsi.
Vit hava vitjað í Fuglafirði, har ið vit skifta orð við listamannin um eitt nú nýggju framsýningina, samstundis sum vit eisini fáa orð á Oddvør á Lakjuni, ið er ein av eldsálunum í Ribarhúsi.
Tú kanst hoyra sendingina her! -
Um vikuskiftið rann Hallur Holm 223,5 kilometrar upp á 24 tímar, sum er met. Vit práta við Hall um at fara um síni egnu mørk, um víðgongda renning, og hvat tað er, sum drívur verkið.
Vit hitta eisini Jóannu Djurhuus og Oyvind av Skarði. Tey greiða frá, hvussu vit kunnu økja um framleiðsluna av landbúnaðarmatvørum her heima. Skipað verður fyri verkstovu um evnið í vikuskiftinum.
At enda í sendingini hoyra vit tað nýggjasta frá Country- og bluesfestivalinum í Sørvági, sum longu er byjaður.
Hoyrið sendingina her -
Leikbólkurin "Det Ferösche Compagnie" pallsetir í løtuni leikin "Lear Kongur" hjá William Shakespeare í Sjónleikarahúsinum. Leikurin er serligur, tí høvuðsleikarin, Birita Mohr, hevur demens. Vit fara á gátt í Hoydølum, har tey í løtuni snikka tónleikin til.
Mánadagin 5. juni andaðist bossa nova- og jazzsangarinnan, Astrud Gilberto, 83 ára gomul. Og miðskeiðis í sendingini fara vit at minnast Gilberto, sum eisini varð kend sum ?The girl from Ipanema?, samstundis sum hon ofta varð umrødd sum ?The Queen of Bossa Nova?. -
Tað er Randi Kúrberg, dóttir Jørleif Kúrberg, sála, sum hevur samskipað útgávuna "Reyn, kæra Reyn.
Jørleif var millum annað kendur fyri at duga væl at siga søgur og vera undirhaldandi. Eisini metti hann søgu og upphav høgt og troyttaðist ongantíð at siga sínar havnarsøgur fyri ungum sum eldri og útlendingum sum føroyingum.
Við útgangsstøði í einari ferð saman við Jørleifi og øðrum atkomuligum keldum, eins og nýggjum og gomlum myndum og kortum, verður í bókini farið runt tey støð, sum Jørleif elskaði so høgt.
Randi Kúrberg greiðir í samrøðuni frá bókaútgávuni. Millum annað hvussu hon kom í lag, og hvussu hon er skipað. Hoyrið samrøðuna í Ljóaranum her.
-
Ein gongutúrur við Jørleifi Kúrberg út á Reyn. Hvussu kann ein slíkur gevast út í bók? Vit tosa við Randi Kúrberg, dóttir Jørleif sála, um bókina, og hvussu hon kom í lag.
Sorg og heimlongsul seta sín dám á yrkingasavnið "Protesur" eftir Jóan Paula Dahl Jakobsen. Vit tosa við Jóan Paula um savnið.
Hoyrið sendingin her -
"Í skugganum" er heitið á serframsýning, sum letur upp á Tjóðsavni Føroya fríggjadagin, og har evnið er fyrstu kvinnuligu fotografarnir í Danmark, Íslandi og Føroyum.
Føroysku fotografarnir, sum eru við á framsýningini, eru Else Marie Danielsen úr Kunoy, ið livdi frá 1856 til 1920, og Else Birgitte Debess Petersen úr Havn, ið livdi frá 1854 til 1927, og sum eisini varð nevnd Elsa í Mortansstovu.
Og í dag skifta vit orð við Margrethu Nónklett, savnsvørð á tjóðsavninum, um forkunnugu framsýningina og kanska við áherslu á føroyska partin.
Kim Simonsen hevur givið út yrkingasavn við heitinum: "Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum". Vit hitta Kim miðskeiðis í sendingini.
Tú kanst hoyra sendingina her! - Show more