Episodes
-
Vikugesturin er Rúna Nón Bjartalíð úr Klaksvík, sum bleiv púra ovfarin av móttøkuni, hon fekk, tá ið hon skrivaði eina dagføring, sum rakti fólk beint í hjartað.
Djarvastu viðmerkingina hevur Høgni Djurhuus, sum leggur vikuna á skák.
Í Dagføroyingum viðgera vit summarið og ferðavinnuna. Hvussu fer summarið at síggja út? Er árið í ár serligt? Hvar fert tú at halda summarfrí? Fert tú at ferðast uttanlands? Hví ella hví ikki, spyrja vit millum annað. Og koma eins nógv ferðafólk til Føroya í ár, sum undanfarin ár?
Hoyr alla sendingina her -
Vikugesturin var Bjørg Brynhildardóttir Egholm, sum fekk 971 atkvøður á løgtingsvalinum og er yngsta fólkið, sum er valt inn á ting.
Djarvastu viðmerkingina hesa vikuna hevur Armgarð Arge, sum legði vikuna á skák.
Í Dagføroyingum, sum er í seinna tímanum, viðgera vit vitlíki. Hvat ER vitlíki, hvussu kunnu vit brúka tað, hvussu kann tað tæna okkum og samfelagnum, og ERU avbjóðingar ella vandar?
Í útvarpsstovuni eru:
- Ólavur Ellefsen, teldufrøðingur, íverkseti, stjóri í fyritøkuni Usable. Ólavur var í verkætlanarbólkinum, sum gjørdi forkanningina um vitlíki.
- Rannvá Mortansdóttir, sum undirvísir í enskum, føroyskum og miðlakunnleika á Glasi.
- Barbara Scalvini, PhD og hevur lisið teldufrøði og lívfrøði. Barbara arbeiðir á Setrinum og er í holt við eina verkætlan um skynsama nýtslu av vitlíki.
- Katla Heðinsdóttir, PhD í heimsspeki.
Hoyr alla sendingina her -
Missing episodes?
-
Noomi O. Gregersen, sum er nýggjur stjóri í Heilsustýrinum, var vikugestur.
Djarvastu viðmerkingina hesa vikuna hevði Fróði Løkságarð, sum legði vikuna á skák.
Í táttinum Dagføroyingar spyrja vit, hvussu kreppan millum Danmark og USA um Grønland, ávirkar støðuna í ríkisfelagsskapinum, og eru tekin um, at áhugin fyri Føroyum er vaksandi? Kjakið byggir á frágreiðingina "Millum Washington og Keypmannahavn: Grønland, Føroyar og framtíðini hjá Kongsríkinum", sum varð løgd fram á Setrinum fríggjadagin. Í útvarpsstovuni vóru Heini í Skorini, Birita í Dali og Tór Marni Weihe.
Hoyr alla sendingina her. -
Vikugesturin var Steffan Klein Poulsen, sum er nýggjur formaður í Miðflokkinum.
Høgni Djurhuus legði vikuna á skák.
Í Dagføroyingum kjakaðust vit um virkna deyðshjálp. Í útvarpsstovuni vóru Katrin Kallsberg, lækni, Arni Zachariassen, gudfrøðingur, og Georg L. Petersen, journalistur og avvarðandi.
Hoyr alla sendingina her -
Vikugesturin er Sámal Petur í Grund, sum tók øll á bóli við at vera afturveldur á ting og fáa gamla Sjálvstýri aftur til heiður og æru.
Djarvastu viðmerkingina hesa vikuna hevur Armgarð Arge, sum leggur vikuna á skák.
Og í Dagføroyingum taka vit samanum samgongusamráðingarnar og samgonguskjalið, nú ein nýggj samgonga hevur sæð dagsins ljós. Í útvarpsstovuni eru Sámal Matras, samfelagsfrøðingur, og Sonja Jógvansdóttir, samskiftisráðgevi, og vit hoyra eisini Jens Christian Svabo Justinussen, lektara.
Hoyr alla sendingina her -
Eyðgunn Samuelsen og Bjarni Hammer umboðaðu Javnaðarflokkin.
Eyðdis Hartmann Niclasen og Helgi Abrahamsen umboðaðu Sambandsflokkin.
Ruth Vang og Christoffur Gert Nielsen umboðaðu Framsókn.
Hoyr Vikuna í vali her, har lurtarar ringdu inn til flokkarnar. -
Steffan Klein Poulsen og Markus Mortensen umboðaðu Miðflokkin.
Sylvia Thomsen og Sámal Petur í Grund umboðaðu Sjálvstýri.
Fram til løgtingsvalið er tátturin Dagføroyingar skipaður sum: Telefon til flokkarnar.
Hvønn leygarmorgun koma tvey umboð fyri ein flokk á gátt, og tú kanst ringja til teirra á telefon 31 13 80. -
Feðgarnir Jacob og Jan Vestergaard umboðaðu Fólkaflokkin.
Hervør Pálsdóttir og Anfinn í Toft umboðaðu Tjóðevldi
Hetta til løgtingsvalið er tátturin Dagføroyingar skipaður sum: Telefon til flokkarnar!
Hvønn leygarmorgun koma tvey umboð fyri ein flokk á gátt, og tú kanst ringja til teirra á telefon 31 13 80. -
Okkara vikugestur er Per Zachariassen, sum eigur hugskotið og hevur stýrt sendingini Hoydalar, saman við dóttrini.
Djarvastu viðmerkingina hesa vikuna eigur Jákup Veyhe, sum leggur vikuna á skák.
Í Dagføroyingum spyrja vit, hvørji evni er tey týdningarmest, nú val er í hondum. Hvat vilt tú hava setir dagsskránna í valstríðnum, og hvat skulu okkara politikarar leggja størst dent á næstu fýra árini. Í útvarpsstovuni eru Jóannes N. Dalsgaard, Ester Hansen og Sonja Jógvansdóttir.
Hoyr alla sendingina her. -
Jógvan Páll Lassen, sum hevur verið advokatur í 50 ár, var vikugestur.
Armgarð Arge legði vikuna á skák.
Í Dagføroyingum var tosað um heitu politisku málini, Suðuroyartunnilin og hægri pensjónsaldur, sum fáa lagnuviðgerð í tinginum mánadagin.
Hoyr alla sendingina her. -
Vikugesturin var Eyðun Nolsøe, sum hevur skrivað sangir á føroyskum til føroyingar í meira enn 40 ár. Hóskvøldið var hann tulkaður í sendingini Hoydalar, og í dagsins sending tosa vit við Eyðun um tað at liva sum tónleikari burturav, um uppvøkstur, um innara sinnið, um kærleika, um telving og mangt annað.
Djarvastu viðmerkingina hevði Fróði Løkságarð, sum legði vikuna á skák.
Í seinna tímanum hita vit saman við Gunnari Nolsøe upp til Melodi Grand Prix í kvøld, har Sissal aftur fer at royna seg.
Hoyr alla sendingina her. -
Vikugesturin var Rúni Djurhuus, sum altíð hevur onkrar bóltar í luftini.
Djarvastu viðmerkingina hesa vikuna hevði Høgni Djurhuus, sum legði vikuna á skák.
Í Dagføroyingum settu vit sjóneykuna á tey ungu, sum hava skotið upp at banna smarttelefonum og sosialum miðlum fyri børn yngri enn 14 ár.
Og so spældu vit øll løgini í fyrstu sendingini "Hoydalar", har ungir spírar tulkaðu Martin Joensen.
Hoyr alla vikuna her. -
Vikugesturin er Annika Holm, leiðari á Heilbrigdinum, sum í 40 ár hevur verið viðgerðarstovnur fyri tey, sum hava alkoholtrupulleikar. Herfyri flutti Heilbrigdi av Velbastað til Havnar.
Djarvastu viðmerkingina hesa vikuna hevur Armgarð Arge, sum leggur vikuna á skák.
Í Dagføroyingum, har tú kanst siga tína meining, viðgera vit rúsdrekkamentanina í Føroyum. Fyllir alkohol ov nógv, ella duga føroyingar betri við rúsdrekka ein áður. Nær kunnu vit byrja at drekka, og hví er alkohol oftast uppií, tá ið vit skulu feira okkurt - ella bara hugna okkum.
Øll sendingin kann hoyrast her -
- Skulu vit loyva einum muslimskum meditatiónshúsi í Føroyum?
Tað var høvuðsspurningurin í Dagføroyingum, har føroyingar eisini ringdu inn og søgdu sína hugsan. Í útvarpsstovuni sótu Poul Guttesen, phd. í gudfrøði, og Bárður á Lakjuni, tingmaður, sum høvdu hvør sína meining, hóast báðir hava sínar røtur í brøðrasamkon
Vikugesturin var Elin Heðinsdóttir Joensen, sum er forseti í ÍSF, ið skipar fyri ítróttarfagnaði.
Djarvastu viðmerkingina hesa vikuna hevur Jákup Veyhe, sum legði vikuna á skák.
Hoyr alla sendingina her. -
Vikugesturin er Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya, sum í hesum døgum er í samráðingum vegna limirnar, ið eru um okkara eldru.
Djarvastu viðmerkingina hesa vikuna hevur Fróði Løkságarð, ið leggur víkuna á skák.
Í seinna tímanum hoyra vit frá seks hondbóltsspælarum á manslandsliðnum, sum nú stríðast í EM-endaspælinum í Oslo. Teir minnast aftur á startskotið til ferðina hjá føroyskum manshondbólti, tá ið teir vóru við í endaspæli í Algeria við U21-landsliðnum.
Hoyr alla Vikuna her -
Vikugesturin var Bernhardur Wilkinson, sum hetta vikuskiftið stjórnar Føroya symfoniorkestri fyri seinastu ferð.
Djarvastu viðmerkingina hesa vikuna hevur Høgni Djurhuus, sum leggur vikuna á skák.
Í Dagføroyingum kjakaðust Johan Dahl úr Sambandsflokkinum og Erling Eidesgaard úr Tjóðveldi um nýggju heimsstøðuna og støðu Føroya.
Hoyr alla Vikuna her. -
Vikugesturin er Hjalmar Petersen, sum nú gevst sum stjóri í Vónini. Hann hevur verið í fyritøkuni síðan 1996, og í 2001 gjørdist hann stjóri. Hesi árini er fyritøkan vaksin úr 40 til 600 milliónir krónur í umsetningi. Vónin hevur í dag virksemi í 9 londum. Hjalmar er eisini kendur úr rossa og hondbóltsumhvørvinum, og hann hevur fingið nógv haðani, sigur hann. Nú gevst hann, tí Vónin flytir alt alivirksemi til Noregs.
Djarvastu viðmerkingina hevur Armgarð Arge, sum leggur vikuna á skák.
Í Dagføroyingum, har føroyingar á degnum kunnu siga sína meining, viðgera vit uppskotini um Suðuroyartunnilin og pensjónsaldurin, ið nú koma aftur til politiska viðgerð í løgtinginum. -
Sum barn át hon hotellmat til døgurða hvønn dag, tí pápin arbeiddi allan sólarringin á hotellinum í býnum. Hon hevur tann hugburðin, at tú skalt ongantíð geva upp, tí tað er aftur ein dagur í morgin. Og so er hon errin av eftirnavninum Restorff, tí tað er eitt samheiti við góða tænastu.
Vikugesturin er Rósa Maria Restorff.
Í Dagføroyingum viðgera vit hondbóltsævintýrið hjá føroysku HM-kvinnunum, sum gera bart í Týsklandi. Vit tosa við fólk, sum hava fylgt kvinnunum upp á tindarnar, og fyrrverandi hondbóltsspælarar, sum eru bergtiknir av avrikinum higartil. Og so seta vit avrikið í eitt samfelagsligt perspektiv.
Fólk ringja inn, og vit tosa eisini við fólk á gøtuni.
Djarvastu viðmerkingina hesa vikuna hevur Jákup Veyhe, sum leggur vikuna á skák.
Hoyr alla sendingina her. -
Vikugesturin var Hedvig Johansdóttir, aðalskrivari í Barnabata, sum nú skipar fyri afturvendandi tiltakinum "Í menniskjum góður tokki" fyri familjur og børn í fátækraváða. Hon tók við sum aðalskrivari fyrr í ár. Hvør er Hedvig, og hvat ger Barnabati.
Í táttinum Dagføroyingar settu vit sjóneykuna á stóru Barnaverkætlanina, nú altjóða barnarættindadagur hevur verið. Vit tosa við børnini og tey, sum gingu á odda í barnaverkætlanini, sum setir orð á, hvat tað góða barnalívið er og skal føra til barnalógina, sum er í gerð.
Hoyr alla sendingina her. -
Vikugesturin var Annika Hoydal, og í Dagføroyingum tosaðu vit við ymsar føroyingar, sum sendu henni heilsanir á degnum.
Høgni Djurhuus legði vikuna á skák.
Hoyr alla sendingina her. - Show more