Эпизоды
-
"Hugskot við Ellu" eitur ein nýggj sending, sum Biit ger.
Ì sendingini ummælir miðlagrafikarin Ella útvald føroysk búmerki. Hon kemur millum annað við ymiskum boðum uppá, hvussu búmerkini kundi riggað betri.
Í fyrsta parti viðger Ella búmerkini hjá ávíkavist Betri-samtakinum, Føroya Keypssamtøku, Trin 27, Býarbókasavninum og Kringvarpi Føroya. -
Stórbæra umhvørvið á Viðareiði gav Christian Matras íblástur til fleiri av hansara bestu yrkingum. Truplu viðurskiftini millum menniskju og náttúru komu rættuliga til sjóndar, og heimbygdin og Viðoyggin gjørdust til alheimin í hansara skaldskapi. Meinhard Bjartalíð tekur okkum við á eina ferð gjøgnum bygdina og vakra umhvørvið á Viðareiði, meðan hann greiðir okkum frá um tættir í skaldskapinum hjá Christian Matras. Klaksvíkar Sangkór syngur nakrar av kendastu yrkingunum hjá høvundanum, sum hevði fylt 100 ár tann 7 desember. Gjørt sendingina hava: Ragnar A. Jacobsen, Bjarnheðin í Hoyvík og Zacharias Hammer
-
Пропущенные эпизоды?
-
"Emma var móðirin, sum veitti troyst - lyfti og lætti, tá svárast stóð til. Hennara vitan var ikki einans knýtt at einum embætisprógvi sum lækni, men hon hevði eisini eitt stórt innlit í menniskjasálina." Soleiðis skrivaði Frits Johannesen í føðingardagsgrein, tá Emma Winther 4. februar í ár (1998) fylti 80 ár. Emma Winther var fyrsta kvinna, sum varð sett í fast starv sum kommunulækni í Føroyum. Sum kommunulækni í Fuglafirði hevði hon eisini bygdirnar Lorvík, Gøturnar, Oyndarfjørður, Hellurnar, Funningsfjørð og Elduvík. Tey fyrstu árini Emma var kommunulækni var einki vegasamband við bygdirnar norðanfyri, og tí veit Emma frá nógvum baldrutum túri at siga - bæði á sjógvi og um fjøll. Emma Winther var kommunulækni í Fuglafirði frá 1954 til 1980. Tá ætlaði hon sær at gerast bóndakona á Skarvanesi, har tey høvdu hús og jørð. Men á Skarvanesi var Emma bara í eina viku. So var hon aftur í læknaarbeiði. Fyrst sum avloysari fyri Poul Olsen í Runavík, og stutt eftir byrjaði hon sum røntgenlækni á Landssjúkrahúsinum. Har var hon í níggju ár - til hon varð pensionerað sum 72 ára gomul. Tá ið Emma gavst at arbeiða sum lækni, hevði hon ymisk frítíðarítriv. Hon vevaði, bant bøkur inn, skrivaði á teldu og annað. Lagt til rættis: Ragnar A. Jacobsen og Tórður Mikkelsen. Malan Johannesen las úr føðingardagsgrein hjá Frits Johannesen Sendingin er frá 1998. Emma Winther andaðist í 2016, 98 ára gomul.
-
Jens Jákup Hansen hevur gjørt upptøkurnar, har hann fylgir við fjallmonnunum, tá teir sleptu seyðunum, tá teir fóru aftur eftir teimum um heystið og til krovini vóru hongd í hjallin
-
3D stutt teknifilm um Kópakonuna. Filmurin hevur enska talu og føroyskan tekst. Rói Davidsen hevur gjørt 3D teknifilmin.
-
Íslendingar hava í mong ár fingið ein stóran part av orkuni, teir brúka, úr undirgrundini. Tann heita keldan Geysir hevur gjørt Ísland kent um allan heim, hon hevur verið eitt tekin um ta nógvu orkuna, sum íslendska undirgrundin goymir. í sendingini verður sagt frá, hvussu íslendingar nýta tað heita vatnið til upphiting og ravmagnsframleiðslu.
-
Í meira enn 70 ár hava trongisvágsmenn havt haruveiðu í felag. Teir velja fyrsta góða dagin í harutíðini, ið er frá 2.november til 31.desember. Henda veiðihátt nevna teir, klappjakt. Navnið kemur av, at hvør byrsumaður hevur nakrar klapparar ella berarar við sær. Zacharias Hammer prátar við Sigmund Nolsøe, Niels Gunnar Petersen, Hall Jacobsen, Bjarna Brattalíð og fleiri. Upptøkur, sett saman og lagt til rættis: Zacharias Hammer.
-
Samrøða við Jákup undir Leitinum, um m.a. tey gomlu gróthúsini í bygdini, rekavið, gamlan byggihátt o.a.
Samrøða við Súsanna í Skumputoft, m.a. um søgnina um Húsfrúnna í Húsavík. Eisini syngur Súsanna í Skumputoft ein Kingosálm: "Lover nu Herren". -
Samson Gaardlykke úr Miðvági hevur verið hagamaður í 33 ár. Vit fylgja honum ein dag í seyðaklipping. Gjørt sendingina hevur Jens Jákup Hansen.
-
Klaksvíkingurin, Jógvan Vágsheyg, hevur í mong ár búð í Nuuk. Seinnu árini hevur hann koyrt hýruvogn í býnum. Tá Zacharias Hammer var í Grønlandi við seinasta politibátinum, hitti hann Jógvan. Teir báðir fara ein túr gjøgnum grønlendska høvuðsstaðin, har Jógvan sigur frá og minnist ymiskar hendingar sum hýruvognsførari í býnum. Nýggja og stásiliga mentanarhúsið í býnum verður eisini vitjað. Fyrrverandi stjórin, Jan Kløvstad greiðir frá. Um kvøldið eru vit við til grøndlendskt mentanarkvøld í húsinum. Zacharias Hammer hevur lagt sendingina til rættis
-
Í ár eru 20 ár síðani Norrøna fór í sigling. Kringvarpið var við í Týsklandi eftir Norrønu og fylgdu við skipinum til Føroyar. Sendingin er um fyrsta túrin til Føroya úr Týsklandi. Sendingina gjørdu: Jógvan Eli Dam og Johnsigurd Johannesen.
-
Annika Hoydal er tónleikari, sjónleikari og ein bergtakandi sangari, ið hevur verið virkin í meira enn hálva øld – ella meiri nágreiniligt, í heili sjey áratíggju.
Hon er kend sum sangari í bólkinum Harkaliðið, umframt at hon hevur framført nógv undir egnum navni.
Síðan seksti árini hevur hon verið partur av umleið 15 tónleikaútgávum og nógvir av sangunum eru vorðnir fólkaogn, eitt nú "Aldan", "Í Dans" og "15 ár" eru millum kendu sangirnar, og verða framvegis sungnir av fólki í øllum aldursbólkum.
Annika Hoydal, Leitisstein
Annika Hoydal er tónlistadrotning føroyinga (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Leysir endar
Nú Annika Hoyda er vorðin 77 ára gomul, hevur hon lagt síðstu hond á enn eina nýggja útgávu, sum í hesum døgum verður útgivin.
Útgavan kallast “Leysir endar” og er ein røð av sangum, ið Annika hevur savnað saman gjøgnum eitt langt lív.
Annika Hoydal, Leysir endar
(Grafikkur: Kirstin Helgadóttir)
Her eru egin løg, siðbundin føroysk løg og okkurt útlendskt, ið beiggi hennara Gunnar Hoydal hevur týtt til føroyskt.
Saman við sínum frálíka bólki hevur Annika verið í upptøkuhøli í Hoydølum og spælt inn. Alt akkustiskt og alt í umhvørvinum har Annika vaks upp.
-
Í fimmti- og sekstiárunum trossa tveir ungir mans alt vit og skil, og brúka alla sína frítíð og hópin av pengum upp á konstnaðarmikla filmsútgerð og ráfilm, fyri at dokumentera bæði samtíðina og gamlar siðvenjur. Fá vóru tey, ið dugdu at síggja virðið í filmsarbeiðinum hjá hesum ungu monnum. Teir verða roknaðir sum tveir originalar, ið heldur taka eitt filmstól enn ein sóknarongul við í grind. Í næstu sending um søgur handan filmskut úr føroyskum søgum, sigur Uni Leitisstein Hansen søguna um 82 ára gamla Dánjal Jákup Mortensen og 78 ára gamla Jákup Andreas Arge, ið eru undangongumenn innan filmslist í Føroyum.
-
Seinastu árini hevur Uni Leitisstein Hansen staðið fyri søguligu filmsverkætlanini Føroyskar Søgur. Ein hópur av upptøkum filmaðar í Føroyum, síðan filmsmiðilin varð uppfunnin, eru komnar fram úr goymslunum. Burtur úr arbeiðinum eru higartil komnar tvær filmsfløgur í røðini Føroyskar Søgur. Nú leitar Uni Leitisstein Hansen aftur um nakrar av upptøkunum, tí aftan fyri hvørt einasta filmskut er ein søga. Ein teirra er um 36 ára gamla Ejner Nyrum, sum tann 6. juni 1944 loypur niður á eina strond í Normandínum í Fraklandi við byrsu í hond, meðan kúlurnar flúgva um oyruni á honum og 150.000 øðrum sameindum hermonnum. Ejner Nyrum, ið er stjórin í Havnar Timburhandli, er endaður mitt í blóðigu, men avgerandi landgongini "Operation Overloard" á D-degnum. Uni Leitisstein Hansen sigur søguna um, hvussu nakrar gamlar filmsrullur brádliga avdúkaðu spennandi søguna um ein mann, ið sjálvboðin valdi at fara frá konu, børnum og einum góðum stjórastarvi í friðarligu Føroyum, fyri at niðurberja Týskland sum partur av bretska herinum. Sendingin er frá mars í ár.
-
Flogvøllurin vesturi í Vágunum er lívsæðrin hjá føroyingum út í heim. Her er ein serligur spenningur í luftini. Flogfør koma og fara og taka eitt sindur av umheiminum við sær hendavegin. Nógv fólk ferðast um flogvøllin, og umleið 5000 flogfør koma og fara um árið, men hetta er eisini arbeiðsplássið hjá nógvum fólkum. Í hesari sending fara vit at fylgja tí dagliga arbeiðinum á flogvøllinum, og vit fáa innlit í eina verð, sum vit vanliga ikki geva okkum far um, tá vit koma og fara um flogvøllin. Lag til rættis: Jens Jákup Hansen.
-
Í sendingini "Túnatos" ferðast Elis Poulsen og Jens Jákup Hansen í bygd og í bý og práta við fólk um tað, sum hendir í gerandisdegnum.
-
Hesa ferð eru teir Elis Poulsen og Jens Jákup Hansen í Gøtu og práta við fólk um tað, sum hendir í gerandisdegnum.
-
Í sendingini "Túnatos" í kvøld vitja Elis Poulsen og Jens Jákup Hansen í Vestmanna og práta við fólk um tað, sum hendir í gerandisdegnum.
-
Eitt myrkt kvøld mitt í mars høvdu fýra tónleikarar sett sær fyri at órógva okkara fatan av tónleiki og óljóði Onkur teirra var tónleikalærari, onkur annar kokkur. Summir áskoðarir komu inn í Perluna hetta kvøldið av berum forvitni, meðan onnur komu fyri at dyrka órógvið, ið verður lýst sum bæði óhugnaligt men eisini reinsandi. Í heimildarfilminum Hatta niðurlagið kemur ikki fylgja vit hesum tónleikarunum á sjálvum tiltakinum, har vit síggja teir framføra, og hoyra teir greiða frá, hví teir vilja niðurbróta tær siðvenjurnar, ið vit vanliga knýta at tónleiki. Fríði Djurhuus og Petur Sigurð í Króki hava gjørt Hatta niðurlagið kemur ikki.
- Показать больше