Bölümler
-
Hesar seinastu dagarnar hava serliga nógvir stuttleikabátar verið at sæð í Vágsbotni, og tað hevur verið ein ávísur ólavsøkuhugni eftir Bryggjubakka. Tí nógvir bátar aðra staðni úr landinum eru komnir í góðari tíð til Havnar fyri at fáa eitt gott bátapláss á ólavsøku. Fólk búgva umborð hesar dagarnar og eru fegin um at vera so nær ólavsøkuni sum gjørligt.
Fyrrapartin í gjár skipaði Tórshavnar Bátafelag fyri at leggja allar bátarnar upp á pláss, har teir skulu liggja á ólavsøku. Endamálið var at fáa pláss fyri so nógvum bátum sum gjørligt fram við Bryggjubakka.
Summarmorgun í Útvarpinum var við og fekk prát við nøkur bátafólk. -
Tina Kajsdóttir í Miðvági hevur verið við í grindadrápi frá barnsbeini av. Kortini hevði hon ikki væntað at blíva spurd um at gerast grindaforkvinna.
-Eg helt tað vera spennandi og játtaði beinanvegin. Síðani havi eg verið við í einum grindadrápi og í tveimum førum har hvalirnir vórðu merktir og sleptir aftur. Eg var forkvinna á sandinum og tað gekk væl, sigur hon.
Hóast ikki bara menn nú eru grindaformenn, hledur Tina tað ikki vera neyðugt at broyta navnið á Grindamannafelagnum.
Her kanst tú hoyra innslagið við Tinu Kajsdóttir.
. -
Eksik bölüm mü var?
-
Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið. Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.
-
Fyri meira enn 20 árum síðani vakti tað stóran ans, tá ein fimur maður úr New Zealandi var í Føroyum og roytti seyð við maskinu. Sagt varð, at hann roytti eini 50 til 60.000 seyðir um árið í ymsum londum.
Síðani bæði føroyingar og útlendingar boðið seg fram til hesa uppgávu kring landið. Og hesi seinastu tvey sumrini hevur ungi sandingurin Marcus Klementsen roytt við maskinu. Hann roytir eini 4.000 ær um summarið.
Her hitta vit Marcus á einari seyðarætt í Kirkjubø. Vit hoyra eisini Hans Kristoffur Mortensen og Jóannes Patursson. -
Hetta er tann tíðin fólk fara at ferðast og hava tørv á, at húsdjórini verða ansað, so tey hava tað gott og trygt meðan húsfólkið er burtur. Vit hitta Hildigarð Djurhuus Hansen, sum hevur Djóraansing á Strondum.
Tá fólk fara í summarfrí, er umráðandi at húsdjórini hava tað gott eftir heima. Tí kemur djóraansing væl við hjá mongum. Hetta er háárstíð hjá Djóraansing við Hildigarð á Strondum, sum ansar bæði hundum, rossum og øðrum húsdjórum.
Í Summarmorgni í morgun var samrøða við Hildigarð og tú kanst hoyra hana her. -
Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið. Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.
-
Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið. Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.
-
Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið. Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.
-
Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið. Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.
-
Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið. Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.
-
.Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið. Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.
-
Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið. Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.
-
Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið. Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.
-
Sunnudagin verður heitt á øll fólk um at týna garðaskøruna, sum breiðir seg um alt landið og ger av við aðrar plantur. Føroya náttúru- og umhvørvisfelag hevur tikið stig til garðaskørutýningardagin. Vit tosa við Kolbrún í Haraldsstovu, plantufrøðing.
Nú eru 100 ár liðin, síðani Sunneva Katrina Luid, vanliga nevnd Trina í Meiðlendi, andaðist, hava nøkur ættfólk tikið stig til at seta henni minnisstein uttan fyri savnið á Mýri í Hovi. Trina var heimadoktari og kend fyri at lekja fólk. Hon ferðaðist um alla Suðuroynna, og mong komu eisini aðrastaðni frá at fáa hjálp frá Trinu. Vit tosa við Ingun í Skrivarastovu, sum hevur tikið stig til minnissteinin um Trinu í Meiðlendi.
Tveir føroyskir íverksetarar hava ment eina nýggja føroyska bókhaldsskipan, sum eitur Bókin. Hví tað, kann man spyrja, eru ikki fleir bókhaldsskipanir til? Jú, men hendan er bygd við einum máli í huga - at gera bókhaldið so lætt sum gjørligt fyri íverksetar og smærri fyritøkur í føroyum.
Turið Poulsen frá Veðurstovu Føroya gevur okkum veðrið fyri vikuskiftið -
Í USA stríðist Joe Biden fyri sínum politiska lívi. Alsamt fleiri, eisini í demokratiska flokkinum ivast, um hann er rætti maðurin at vinna á Donald Trump. Vit tosa við Regin Berg, stjórnmálafrøðing, um komandi amerikanska forsetavalið og støðuna hjá Joe Biden beint nú.
Nógv hevur verið tosað um VAR, nú EM er í mansfótbólti í Týsklandi. Men hvat er VAR, og hvussu gongur at seta tað í verk í Føroyum. Vit tosa við Lassin Isaksen, dómaraleiðara hjá FSF
Veðrið fáa vit frá Veðurstovu Føroya og Turið Poulsen -
Gamalt var at seta epli niður á flaggdegnum ella út í mai mánað, men tað vísir seg í dag at verða alt ov tíðliga, tí gert tú tað er vandi fyri at alt blívur tað reina ókrút. Vit vóru ein túr í Miðstovuni á Sandi og tosaðu við bóndan, sum ikki setur epli niður fyrr enn um hálvan juni.
KÍ fer undir enn eina Champions League kapping, sum hepnaðist so sera væl í fjør, og vit tosa við formannin í KÍ, Tummas Lervig. B36 spælir somuleiðis í dag móti liði úr Lettlandi, og vit ringja til Maritu Debes Magnussen, forkvinnu í B36.
Og so hoyra vit um veðrið frá Veðurstovu Føroya.
Hoyr alla sendingina her -
Franska valið var í gjár, sunnudagin 7. juli, og tað setti dám á Summarmorgun dagin eftir.
Raphaëlle Gonzalez Nysted, er úr Fraklandi, og hon fylgdi væl við valinum í heimlandinum í gjár. Rólandi í Skorini, serkønur í fronskum viðurskiftum, greinar eisini støðuna, nú politiskt kaos valdar í Fraklandi.
Um vikuskiftið var Roskilde festivalurin hildin á Dyreskuepladsen í Roskilde. Fleiri túsund fólk vóru savnað, tá ið rættligt ódnarveður brast á við regni og vindi. Hvussu spældi festivalurin av, spurdu vit Una L. Hansen, sum er fastur fúsur á Roskilde.
Og so segði Turið Poulsen frá Veðurstovu Føroya okkum frá veðrinum, sum verður á heilt góðari leið hesa vikuna. -
Veðrið um vikuskiftið, nýggjur sangur frá Rana Nolsøe, bretska valið, víkingamentan á Sandi, og eystanstevna í Runavík
-
Bretska parlamentsvalið er í dag, og í hesum sambandi greina Regin Berg, stjórnmálafrøðingur, og Bjarni í Liða, búskaparfrøðingur, valið og støðuna hjá Bretlandi. Konservativi flokkurin er fyri niðurbræðing, búskaparliga støðan sær ikki góð út, og tosað verður um beinleiðis fátækradømi og stóran ójavna. Alt bendir á ein knúsandi sigur til Labour, og at Bretland vaknar til eina nýggja politiska støðu í morgin, har stóra avbjóðingin verður at venda gongdini.
Tey eru farin í gongd við nýggja bygningin hjá Smyril Line, sum verður bygdur miðskeiðis á molanum í Havn. Hvørjar eru avbjóðingarnar við einum bygningi av hesum slagnum, hvørjum hava tey lagt seg eftir, tá talan er um tað estetiska. Vit tosa við arkitektin, Ósbjørn Jacobsen.
Og so sigur Turið Poulsen okkum frá veðrinum í dag og í morgin. -
Nú Veðraplátan kemur út aftur í dag, verður tosað við Gissur Patursson og Jørgin Dahl um plátuna, samstundis sum eitt nú "forbodna" versiónin av Headding for disaster verður spæld.
- Daha fazla göster