Folgen
-
- Eg ruddi upp, tí tað er nokk so óruddiligt inni í mær.
Nýggj fløga við klaverstykkjum eftir Paula í Sandagerði, Ælaveður, kemur út fyrsta dagin. Stykkini eru skrivað yvir eitt tíðarskeið, sum fevnir um 50 ár, frá 1972 til 2022. Samstundis kemur ein nótabók út, og alt verður lagt fram á konsert í Norðurlandahúsinum tann 10. juli, har klaverleikarin Mattias Kapnas spælir. Tað er Hugin Eide, sum hevur tikið stig til útgávuna.
Pauli í Sandagerði hevur eisini gjørt eina heimasíðu, PS-Music.com, har hann hevur lagt eina ørgrynnu av løgum og stykkjum út, sum hann hevur gjørt til allan slag av tónleiki. Hetta er alt ein partur av at rudda upp í einum langum tónleikalívi, sum hann hevur útint, samstundis sum hann hevur verið lærari. Nú hann er vorðin pensjoneraður, eru stundirnar komnar at fáa skil á.
Pauli byrjaði sum klassiskur klaverleikari, men sum frá leið gjørdist hann serliga komponistur og kórleiðari.
- Nú havi eg ongantíð skrivað musikk fyri at fjeppast uppi í nøkrum ella gera nakran nøgdan. Eg havi bara skrivað fyri mína egnu skyld. Tá eg byrjaði sum klaverleikari, spældi eg Bach og Beethoven, og so líktust stykkini tí. Síðan spældi eg romantiskan tónleik, Chopin og aðrar, so fóru stykkini at líkjast tí. Men so fór eg at leita eftir einum føroyskum máta at skriva uppá. So fann eg eitt slag av tónum, sum eg føldi hoyrdu heima í Føroyum. Og tá eg nú hyggi aftureftir, so síggi eg, at har er ein linja í tí, sigur Pauli í Sandagerði.
Serliga tá ið útlendingar spæla stykki eftir Paula í Sandagerði, siga teir, at tað er øðrvísi, enn teir eru vanir við. Pauli hevur skrivað so nógv sløg av tónleiki, líka frá rocki til kamartónleik, og sjálvur sigur Pauli felagsnevnaran vera kenslur og samskifti.
Hoyr alla samrøðuna við Paula í Sandagerði her. -
Pauli í Sandagerði er ein av okkara allar virknastu komponistum; í næstum kemur út fløga og bókaútgáva við klaverstykkjum eftir Paula. Vit fáa orðið á Paula í Sandagerði
Anker Mortensen, listamaður, var ein av trimum, sum fekk listafólkaløn frá Mentanargrunni Landsins hesaferð. Vit vitja Anker í atelieri hansara á Skipasmiðjuni.
Og so hoyra vit hvørjar tankar Høgni Djurhuus hevur gjørt sær hesa vikuna í Høgnatátti.
Hoyri sendingina her -
Fehlende Folgen?
-
Hoyr vikuliga Høgnatáttin, har Høgni Djurhuus tekur saman um hendingar og útsagnir hesa farnu vikuna.
-
Hvalurin verður gjørdur til eitt kulturelt ikon, og hvalurin verður lýstur bæði sum klókur og sosialur.
Soleiðis lýsir Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, hugsjónarliga grundarlagið undir mótmælunum móti føroyskum grindadrápi. Samstundis er grindadrápi søguliga ein partur av føroyska samleikanum og lívshátti, og tí ber illa til at sannføra tey, sum eru ímóti grindadrápi.
Spurningurin um grindadráp verður viðgjørdur í nýggju bókini "Local Measures to Global Pressure - The Anti-Whaling Campaign in the Faroe Islands," sum Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, hevur skrivað við støði í síni masterritgerð.
Í bókini viðger høvundurin tað hugsjónarliga grundarlagið undir altjóða royndunum at steðga grindadrápi, og hvussu hesi mótmæli elvdu til tillagingar av grindahvalaveiðuni.
Høvundurin vísir á, at høvuðsósemjan snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir um, hvussu menniskju eiga at samvirka við teirra umhvørvi og tilfeingi.
Hoyr alla samrøðuna við Arnbjørn Mortensen her. -
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping, sum millum annað skal varpa ljós á tær etisku tvístøðurnar, ið kunnu standast í yrkinum sum sjúkrarøktarfrøðingur. Vit tosa við fyriskipararnar um kappingina og etisku spurningarnar.
Grindadráp hevur verið umstrídd siðvenja, síðan umhvørvisfelagsskapir løgdu Føroyar undir sjóneykuna í 1980'unum. Høvuðsósemjan snýr seg um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir um, hvussu menniskju eiga at samvirka við náttúru og tilfeingi, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók um grindadráp. Vit hitta Arnbjørn seinni í sendingini.
Hoyr alla sendingina her -
Ert tú sjúkrarøktarfrøðingur, so er at hvessa pennin, tí nú hevur tú møguleikan at seta orð á títt gerandislív.
Sjúkrarøktaretiska Ráðið skipar fyri stuttsøgukapping, har endamálið er at fáa lýst kompleksa gerandisdagin hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, sum oftast er merktur av, at ymisk virðir koma í spæl og at hesi viðhvørt koma í stríð við hvørt annað.
- Hetta er partur av arbeiðnum hjá sjúkrarøktarfrøðingum, sum vit ikki hoyra so nógv um, men sum fyllir nógv og hevur stóran týdning fyri bæði sjúkrarøktarfrøðingarnar, sjúklingarnar og tey avvarðandi. Tí vóna vit, at hendan stuttsøgukappingin fer at eggja fleiri sjúkrarøktarfrøðingum til at greiða frá støðum og søgum úr teirra arbeiðisdegi.
Treytirnar fyri at luttaka eru, at tann sum skrivar, er sjúkrarøktarfrøðingur, at stuttsøgan endurspeglar nútíðarsamfelagið og er skrivað á føroyskum máli.
Longdin á innsendu stuttsøguni skal verða millum 7 - 10 A4 síður, og skal latast inn umvegis teldupost á [email protected] í seinasta lagi sunnudagin 16. Oktober 2022 á midnátt
Ein dómsnevnd metir um søgurnar, og virðisløn á 5000 verður latin fyri bestu søguna.
Til ber at lesa meira um kappingina á www.sjukrarokt.fo.
-
Armslongdarmeginreglan og listastuðulsskipanir í Føroyum eru til viðgerðar í Nón í dag, tá ið Sunnuva Bæk, verkætlanarleiðari í Norðurlandahúsinum, Torkil Rasmussen, deildarstjóri á mentanardeildini í Uttanríkis- og mentamálaráðnum, og Dánjal á Neystabø, tónleikari og listafólk, hittast til orðaskifti.
Og so ummæla vit eisini leikin "Løsrivelsen". -
Nýggi leikurin "Løsrivelsen" hevur ferðast millum norðurlond, og varð sýndur í Norðurlandahúsinum í síðstu viku.
Leikurin er um fiktiva dagin í 2033, tá Grønland og Føroyar loysa frá Danmark, og kannar, hvørjar støður og kenslur standast í teimum trimum londunum, tá seinasta kolonimaktin í norðurlondum loysir takið.
Tveir av áskoðarunum vóru Birna Heinesen, dramaturgur, og Hjálmar Dam, sjónleikari og leikslistamaður, og tey vóru ikki heild samd, tá tey ummæltu leikin í Nón.
Lurtið eftir samrøðuni, har Birna og Hjálmar greiða frá sínum upplivingum av leikinum og grundgeva fyri sínum metingum av honum.
Norðurlendskt samstarv
Leikurin "Løsrivelsen" er eitt norðurlendskt samstarv millum sjónleikahúsið Paradox, Katuag í Nuuk, Norðurlandahúsið, Odense Teater og Koldin Egnsteater.
Tað eru Vivi Sørensen og Daniel Wedel, ið hava skrivað leikritið og gjørt dramaturgiina, og Egill Palsson og Daniel Wedel leikstjórna.
Martin Eriksson stendur fyri pallsmíði og búnum, og Durita Sumberg og Henrietta Rosenbeck eru framleiðarar.
Sjónleikarar eru Karina Møller, Mariann Hansen, Mohamed Ali Osman og Henriette Rosenbeck.
-
Í síðstu viku hittust um 40 fólk úr norðurlondum, sum arbeiða innan listaøkið, fyri at kjakast um hugtøkini listarlig góðska og armslongdarmeginregglan - serliga við atliti at listastuðulsskipanum.
Fleiri føroyingar vóru við á fundinum, millum annað Sunnuva Bæk, verkætlanarleiðari í Norðurlandahúsinum, Torkil Rasmussen, deildarstjóri á mentanardeildini í Uttanríkis- og mentamálaráðnum og Dánjal á Neystabø, tónleikari og formaður í Tónleikasambandi Føroya.
Tey trý eru samd um, at tað er neyðugt av og á at hava orðaskifti um føroysku stuðulsskipanirnar til list.
- Vit liva í av einum samfelagið, ið støðugt broytist, og tí broytast fatanirnar av hugtøkum og skipanum eisini . Listastuðulsskipanirnar eru partar av okkara vælferðarsamfelagið, og tí er tað altíð relevant at fylgja við og skifta orð um hesar skipanir, halda Sunnuva Bæk, Torkil Rasmussen og Dánjal á Neystabø. Tey vísa eisini á, at tað - í fleiri førum - ikki er armslongd millum landsstýrið og útlutanina av stuðulspengum, og hetta er eisini nakað vit eiga at kjakast um, siga tey.
"Vit eiga at endurskoða alt listastuðulsøkið", heldur Sunnuva Bæk.
Lurtið eftir orðsakiftinum um armslongdarmeginreggluna og listastuðulsskipanir í Føroyum. -
Paul McCartney er helst eitt tað týdningarmesta tónaskaldið í nýggjari tíð. Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Hann legði heimin fyri sínar føtur saman við hinum bitlunum í 60-árunum, og nú hann er 80, er hann framvegis á konsertferð.
Vælkomin í føðingardag hjá Paul McCartney saman við Sunleifi Rasmussen, Niclasi Johannesen, Suna Merkistein, Eyðuni Nolsøe og Terja Rasmussen. -
Í síðstu viku hittust 40 fólk úr norðurlondum, sum arbeiða við list, fyri at skifta orð og deila vitan um, hvønn leiklut hugtøkini listarlig góðska og armslongdarmeginregglan hava - serliga tá talan er um listastuðulsskipanir.
Netverksfunurin var fyriskipaður av Norðurlandahúsinum, Nordisk Kulturfond og tankasmiðjuni A/nordi/c, og luttakararnir vóru m.a. granskarar, listafólk, mentanartíðindafólk og mentanarstovnar úr norðurlondum.
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru torgreidd og kunnu broytast í tráð við at samfelagið broytist. Eitt nú kann hugtakið listarlig góðska altíð diskuterast, tí fatanirnar av hugtakinum broytast og eru ymisk. Og fatanin av armslongdarmeginreggluni hevur broytt seg gjøgnum søguna, og kann tulkast ymiskt í praksis, vísir Ove Kaj Pedersen, professari emeritus á.
Tí er neyðugt áhaldandi at skifta orð um hesi hugtøk, var ein niðurstøða á kervisfundinum.
Ein onnur niðurstøða var, at hóast listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, so eru munir í praksis. Í nógvum førum snúgva munirnir seg um, hvussu mann heilt ítøkiligt skipar seg fyri at tryggja armslongd og listarliga góðsku?
- Tær stóru sentralu stuðulsskipanirnar eru sera professionaliseraðar, men kunnu gerast heldur stirvnar og bureaukratiskar. Tær smáu kunnu hinvegin vera ov ógreiðar, men tilgongdin vera skjótari og minni stirvin. Tí kunnu smáu og størru stuðulsskipanirnar læra av royndunum hjá hvørjum øðrum, var ein niðurstøða á netverksfundinum.
Lurtið eftir samrøðunum við Elinu Sigfusson, stjóra í tankasmiðjuni A/nordi/c, sum var høvuðssamskipari av norðurlendska listakervisfundinum, Ellen Wettmark, stjóra í Bonniers kunsthall í Stockholm, og nevndarlim í Svenska konstnarsnevden, og Ova Kaj Pedersen, profesara emeritus. -
Jórun Pólsdóttir og Silas Olofson hava síðan 2017 arbeitt miðvíst við eini nútíðar bók um fuglar í Føroyum. Bókin hevur heiti ’Fuglar okkara’ og lýsir í teksti og myndum øll villini fuglasløg, sum skrásett eru í Føroyum.
Endamálið við stórverkinum er at kunna um fjølbroytta fuglalívið og birta áhugan fyri Fuglum í Føroyum. Bókin er eisini ætlað sum hjálp at eyðmerkja fuglar og hóskar seg væl sum tilfar til undirvísing í skúlum og á stovnum, siga høvundarnir.
Bókin hevur nógvar vakrar og forkunnugar myndir, ið Silas Olofson hevur tikið meginpartin av, og tær vísa bæði fuglarnar og teirra atburð. Fyri øll fuglasløg er tekstur um at greina fugl, um livihátt, hvussu fuglurin flytur, og hvat hann etur, umframt myndir av fuglinum av báðum kynum og í ymiskum búnum.
Bókin verður á marknaðinum um leið 1. oktobur í ár, men ber longu nú til at keypa á heimsíðuni hjá Sportanum, sum gevur út. Hetta tí bókin er sera dýra at prenta.
Lurtið eftir samrøðuni við Jóruna Pólsdóttir, sum fortelur um bókina og arbeiðið at gera hana.
-
- Tað er við sorgblídni, at eg sá teir seta grabban í, tí húsið hevur verið karmur um eitt gylt tíðarskeið hjá felagnum, sigur Heri Nolsøe.
- Hatta er eitt hús, sum eg eri uppvaksin í. Eg byrjaði at spæla fótbólt har, fyrst í 70-árunum, og eg var øgilíga nógv haruppi. Hatta var eitt av mínum heimum, sigur Gunnar Mohr.
Teir báðir umboða hvør sítt ættarlið, sum hevði síni bestu ár í HB-húsinum, ið seinni gjørdist Bridgehúsið. Sjøtul var settur á HB-húsið í 1969, og HB helt til har fram til 1992. Hesi árini vann HB 9 meistaraheiti og 15 steypakappingar, ella Ísafjarðarsúlur, sum tað æt tá.
Húsið var eisini karmur um felagslívið, har var tætt millum felagslimirnar, og tað angaði av hestasalvu.
Hoyr Hera Nolsøe, ið var toppskorari øll 70-árini, og Gunnar Mohr, ið var áleypari í 80- og 90-árunum, umframt formaður í fleiri umførum. Teir greiða frá, hvussu tað var í Gundadali, tá ið B36, HB og Fram enn høvdu síni felagshús við Niðaravøll.
hb_i_knusi.jpg
-
Í hesum døgum verður gamla HB-húsið í Gundadali tikið niður. Húsið var karmurin um Havnar Bóltfelag í 70- og 80-árunum fram til 1992. Vit hitta tveir gamlar HB'arar, Gunnar Mohr og Hera Nolsøe, sum minnast aftur á góðar dagar í Gundadali.
Hvønn leiklut spæla hugtøkini listarlig góðska og armslongdarprinsippið í stuðulsgrunnum til list og innan listaøkið, sum heild. Hesir spurningar vóru á dagskránni á norðurlendskum listakervisfundi í Norðurlandahúsinum mánadagin og týsdagin. Vit taka táttin og spurningarnar upp í Nón.
Hoyr alla sendingina her -
Símun Jóanesarson Hansen hevur fingið herðaklappið frá Kristiligum Lurtarafelag fyri sendingina Tempo fyri at gera eina sømiliga og siðiliga sending. Vit hitta Símun til eitt prát um andaligan tónleik - og tað sømiliga og siðiliga.
Nýtt stórverk um fuglar í Føroyum er liðugt og kann keypast á netinum longu nú, hóast tað ikki er tøkt fyrr enn í heyst. Vit tosa við annan rithøvundin, Jóruna Pólsdóttir, ið skrivar bókina saman Silas Olufson.
Hoyr alla sendingina her. -
Katrin Ottarsdóttir, leikstjóri og rithøvundur, er ein teimum trimum, sum hevur fingið listafólkaløn frá Mentanargrunninum í trý ár. Vit sláa upp á tráðín hjá Katrini í Danmark fyri at frætta, hvat hon fer at gera komandi árini.
Í heyst eru tað 90 ár síðani Jens Pauli Heinesen varð borin í heim. Í tí sambandi skipar dótturin Elin Brimheim Heinesen fyri fleiri tiltøkum. Elin vitjar í Nón.
Og so tekur Høgni Djurhuus saman um vikuna ið fer í Høgnatátti.
Hoyrið sendingina her -
Hoyr vikuliga Høgnatáttin, har Høgni Djurhuus tekur saman um hendingar og útsagnir hesa farnu vikuna.
-
- Tað er sikkurt onkur, sum fær ilt eitt vist stað av tí, men eg føli, at tey fáa pengarnar aftur...
Katrin Ottarsdóttir, sum býr í Danmarki, fær listafólkaløn frá Mentanargrunni Landsins næstu trý árini. Hon hevur eisini fingið listafólkaløn undanfarnu trý árini, og tað er hon ovurfegin um.
- Tað hevur alt at siga, eg havi slett ikki orð fyri, hvussu gott tað er, sigur hon.
Katrin hevur fleiri verkætlanir í gongd, millum annað tvær bøkur og so eina sonevnda grafiska skaldsøgu.
- Tað, sum eg savni meg um beint nú, tað er ein skaldsøga, sum er framhald av fyrru skaldsøguni, Gentan í verðini. Hendan sama gentan er nú vorðin eini 16-17 ár, gongur í studentaskúla, og teir persónarnir, sum vóru við í fyrru bókini eru eisini við, men teir eru meira í útjaðaranum av bókini, sigur Katrin Ottarsdóttir.
Hoyr alla samrøðuna við Katrin Ottarsdóttir her.
-
Tann 1. juni vóru júst 40 ár síðani at Føroya Pedagogfelag varð stovnað. Í tí sambandi hevur felagið tikið stig til eina rúgvusmikla bók, sum fortelur søguna um pedagogar í Føroyum. Størsti parturin av bókini snýr seg um seinastu 40 árini, men leitað verður eisini heilt aftur til byrjanina í 1892.
Tað er Uni Arge, journalistur og rithøvundur, sum hevur skrivað bókina.
Hoyrið her samrøðu við Una -
- Eg havi lært, at hetta húsið hevur so nógv at siga fyri so nógv, og tað ger bara, at tú verður uppaftur glaðari og stolt av at arbeiða her.
Gunn Hernes hevur verið stjóri í Norðurlandahúsinum seinastu fýra árini, og nú er hon sett í fýra ár afturat. Tá kann hon eftir reglunum fyri norðurlendska samstarvið ikki arbeiða í Norðurlandahúsinum meira, men kortini hevur hon fest røtur og hevur gjørt Føroyar til sín heimstavn. Gunn hevur fingið føroyskan mann, og tey hava keypt hús í Havn.
- Hvat hendir tá, veit eg ikki, men hetta er mítt heim, og eg kenni meg sum føroying, sigur hon.
Hoyr alla samrøðuna við Gunn, har vit millum annað tosa um virksemið í Føroya virknasta mentanarhúsi, um ætlanir frameftir og føroyskt mentanarlív. - Mehr anzeigen